Tórshavnar kommuna er farin í holt við at umvæla gongugøtuna í miðbýnum í Havn
Gongugøtan
tíðindaskriv
Í fyrstu syftu verður bøtt um gøtuna, soleiðis at hon verður betur at ganga á fram til jóla. Tíðliga í komandi ári verður farið undir at steinseta gongugøtuna av nýggjum.
Nú eru nøkur ár liðin síðani gongugøtan varð steinsett. Gøtan hevur verið nógv brúkt. Undirlagið hevur givið seg í fleiri støðum, soleiðis at steinar eru vorðnir skeivir og leysir, og tað er sjónligt at gøtan trongir til ábøtur. Undan Ólavsøku varð bøtt nakað um gøtuna, og nú undan jólum verða steinar tiknir burtur, og asfalt verður koyrt í, so gøtan gerst javnari at ganga og koyra á.
Aftaná nýggjár verður farið í holt við eina meir umfatandi renovering av gøtuni. Allir steinarnir verða tá tiknir upp, og undirlagið verður umvælt. Nýggja gongugøtan verður steinsett við brúgvasteinum, eins og gjørt er á krossinum Sverrisgøta/Tórsgøta. Byrjað verður við strekkinum frá býráðssalinum til standmyndina við Glade Hjørn. Seinni verður restin av strekkinum niðan til breiða gonguteigin við Steinatún umvælt.
Meðan arbeiðið stendur uppá verður ferðslan tarnað, men gangandi verður sum vanligt.