Gongur kanska betur enn hildið

Okkurt bendir nú á, at tað gongur kanska betur hjá Hele Thorning-Schmidt at skipa stjórn, enn eygleiðarar hava hildið. Politiken skrivar, at tá samráðingarleiðarin kom á Hotel Crowne Plaza í Keypmannahavn í dag, hevði hon aðalstjóran í forsætismálaráðnum, Christian Kettel, við sær. Tað undrar politiska viðmrkjaran Hans Engell.

-Tað er sera óvanligt, og eg má siga, at hetta boðar so sanniliga frá einum stjórnarskifti, sigur hann við heimasíðuna hjá Politiken.

Hans Engell sigur, at tá aðalstjórin í forsætismálaráðnum er við, so hevur tað ikki so nógv við politikk at gera, men heldur ymisk praktisk og formlig viðurskifti, sum skulu gerast í sambandi við eitt stjórnarskifti.

-Eg tulki hetta sum eitt tekin um, at samráðingarnar ganga væl, sigur Hans Engell. Hann leggur afturat, at Christian Kettel kann hjálpa Helle Thorning-Schmidt við at samskipa ymisk viðurskifti í sambandi við stjórnararbeiðið, so sum um ætlanin er at leggja ráðstovur niður ell at skipa nýggjar.