Gongur spakuliga hjá Livari

Livar Nysted og bátsfelagar hansara umborð á tRIO hava nú verið á Indiska havinum í ein góðan mánað.

Báturin legði frá landi í Geraldton, sum liggur á vestursíðuni av Australia, tann 9. juni við kós móti Port Luis á oynni Mauritius. Teinurin, sum skal rógvast, er umleið 6.500 kilometrar, og tann 9. juli høvdu teir róð umleið hálvan teinin.

Onkran dagin hevur gingið heilt væl, og teir hava róð langt. Slakar 140 kilometrar onkran dagin, men hesar seinastu dagarnar hevur ikki gingið so væl í hond.

Veðrið á leiðini hevur ikki verið so hesar seinastu dagarnar, og fyrradagin lógu teir við drívakkerinum úti. Í gjár byrjaðu teir aftur at rógva, og í nátt hava teir róð umleið 10 fjórðingar.

Heimasíðan trip.fo veit at siga frá, at veðurforsagnirnar hava lovað landsynning, og tað kemur væl við, tí tað er besta ættin hjá teimum trimum at rógva.

Umframt Livar Nysted, eru eisini Maxime Chaya úr Libanon og Stuart Kershaw við á ferðini. Livar Nysted og Stuart Kershaw hava róð um høv saman áður, men Macxime Chaya er nýggjur á økinum. Hinvegin hevur hann klatra nógv í fjøllunum og ferðast bæði til suður- og norðpólin.

Teir rógva í bátinum tRIO, sum er 29 føtur langur. Tað svarar til slakar níggju metrar.