”Kom, sá og sigraði” verður oftani tikið til. Hetta er eitt orðafelli, sum enn hóskar væl til nýggja flaggskipið í flotanum, Eldborg. Hon kom sum eitt nýtbrot til Føroya fyri tveimum vikum síðani í allar besta veðri, og móttøkan eydnaðist stak væl. Og hon varð eins væl móttikin, tá hon kom aftur til Noregs at royna útgerð og ikki minst førleikar at brúka hana eitt nú í sambandi við tilbúgving og dálking. Eldborg er eitt av teimum fáu útgerðarskipunum, sum er Nofogóðkent, nakað, ið er høgt í metum í norska oljuumhvørvinum. Og nú er Eldborg so farin út á oljufeltið til arbeiðis og sum skilst hevur tað eisini gingið væl. Ein kann siga, at tað er við manér, at enn eitt føroyskt reiðarí er farið út í hesa stóru og avbjóðandi frálandavinnuna.
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Supply Service í Leirvík, ið eigur skipið, sigur, at bæði myndugleikar og leigari av skipinum eru væl nøgdir. Tað, sum er serstakliga áhugavert
við hesum nýggjasta veitingarskipinum í heiminum, er tann útgerð og skipanir, sum tað hevur fyri at kunna vera við í tilbúgving skuldi ein dálkingarvanlukka komið fyri. Eldborg hevur longu verið úti hjá Songa Delta oljupallinum nakrar ferðir.
Jens Meinhard sigur, at tað er eingin sjálvfylgja, at tað hevur gingið so væl higartil. Hetta skyldast ikki minst føroysku manningini, sum hevur gjørt eitt sera gott arbeiði. Annars eru tey á Mongstadbasanum farin at merkja, at føroyingar eru vorðnir ein partur av umhvørvinum har. Nú um dagarnar stóð angin av røstum fiski í útgerðarhavnini.
Við skipinum eru 12 mans, 11 føroyingar og ein dani. Við manningarskifti merkir hetta, at skipið gevur arbeiði til umleið 24 føroyingar alt árið. Skipari er Einar Vang og tá skift verður er Jan Christoffersen ovasti á brúnni. Jens Meinhard Rasmussen er fegin um, at teir hava fingið eina so góða byrjan. Hvat hinum báðum skipunum, sum ætlanin er at byggja, viðvíkur, so verður næsta skipið liðugt í november. Enn restar so at fáa tað seinasta uppá pláss við tí triðja skipinum. Miðjað verður móti at tað eisini er komið uppá pláss í august.