Fyrireikingarnar til insavningina ?Hús úr húsi? leygardagin ganga strúkandi.
Fólk kring landið hava víst tiltakinum stóran áhuga Í Havn eru bússuberararnir fleiri enn nakrantíð fyrr. Í Klaksvík er talið økt i dag, men enn eru pláss eftir, sigur Reyði Krossur.
Í Klaksvík møta bussuberarnir i Virkishúsinum, Klaksvíksvegur 57 millum kl. 11 og 12.
Í Havn møta bússuberarnir í Auluni í Kommunuskúlanum millum kl. 11 og 12. Tá fáa øll rutu at ganga eftir og útflýggja bússu, og fólk kunnu melda teg til á staðnum, sigur Reyði Krossur.
Í Finlandi gingu túsindtals fólk við bússum seinasta vikuskifti og savnaðu 2,5 milliónir evrur ella einar 18 mill. krónur til Reyða Kross.
Í Danmark eru tey byrja at ganga á gøtuni og ganga hús úr husi sunnudagin, og tað stóra televirkið TDC hevur givið starvsfólkunum frí hálvan dag til at ganga við bússum fyri Reyða Kross.