Fyrireikingarnar til at stovna ein nýggjan flokk til næsta løgtingsval, ganga væl. Tað staðfestur Arnfinn á Birtuni, sum er ein av undangongumonnunum, og sum sjálvur verður eitt av valevnunum.
Tað var í summar at tey fóru undir at savna tær neyðugu undirskriftir, sum krevjast fyri at kunna stovna flokkin. Fyri at sleppa at stilla upp til til løgtingsval við nýggjum flokki, krevst, at minst 800 fólk skriva undir upp á, at flokkurin kann stilla upp.
Arnfinn á Birtuni sigur, at higartil hava tey fingið undirskriftir frá umleið 550 fólkum og sostatt hava tey brúk fyri 250 undirskriftum afturat.
Arbeiðið hevur ligið stilt í summar, men nú um vikuskiftið verður arbeiðið at savna undirskriftir tikið upp aftur av álvara.
– Vit halda vit hava hampuliga góða tíð, tí vit vænta ikki, at løgtingsval verður heilt enn, sigur Arnfinnur á Birtuni.
Umframt hann sjálvan, er tað greitt, at stigtakarin til nýggja flokkin, Hallur Hjallgrímsson Djurhuus, eisini stillar upp, men Arnfinnur á Birtuni sigur, at ætlanin er at fáa fleiri valevni.
Flokkurin, ætlanin er at stovna til næsta løgtingsval, er ikki ein politiskur flokkur í orðsins vanliga týdningi. Áhugafelagið, sum hevur tikið stig til nýggja flokkin, kallar seg »Framtakið fyri rættinum at velja kannabis« og flokkurin hevur nevniliga bara eitt einasta mál á dagsskránni, og tað er at kannabis skal lógligt í Føroyum.
Í øllum øðrum, politiskum málum, verður støða tikin frá máli til mál. Men undangongumenninir hava lagt dent á, at tá ið tey tosa um at kannabis skal vera lógligt, merkir tað ikki, at endamálið er at tað skal fáast til keyps á hvørjum horni.
– Vit hugsa fyrst og fremst um, at tað skal vera púra lógligt hjá sjúklingum at fáa kannabis til medisinska nýtslu. Og tað hevur avgerandi týdning, at eisini vit fáa umboð á Føroya Løgtingi, so at vit fáa sett kannabis á politisku dagsskránna, á jøvnum føti við fiskivinnu, samferðslu, og øll onnur mál, hevur stigtakarin til nýggja flokkin áður sagt við Sosialin.
Men hóast tey fyrst og fremst hugsa um at gera tað lógligt at at fáa kannabis til medisinska nýtslu, er tað – í longdini – eisini endamálið at virka fyri, at kannabis verður lógligt, sum so.
– Men tað skal vera undir eftirlitið. Vit halda framvegis ikki, at tað skal vera loyvt at selja hassj á hvørjum geilarhorni, men vit halda, at fólk skulu skulu sleppa at hava sínar egnu kannabis-plantur til egið brúk, hava teir sagt.Í hesum sambandi halda teir, at sum frálíður eigur kannabis eisini at verða at fáa í úrvaldum handlum, kanska á apotekinum og í Rúsuni.