Tað gongur væl við at leggja arbeiðsloft í Christianskirkjuna.
Tað er Malltek úr Klaksvík, sum ger arbeiðið at leggja gólv ímillum síðuskipini í Christianskikjuni.
Fyrst í september koma sakkøn fólk úr Danmark til Klaksvíkar at taka altartalvuna niður - og skal hon umvælast á gólvinum, sum nú verður gjørt í innasta parti av kirkjuni.
Undirsløg, sum eru 9 metrar long, eru løgd millum ovastu svalarnar í síðuskipinum, so her gerst eitt stórtt og arbeiðsligt gólv, har umvælingararbeiðið av altartalvuni hjá Joakim Skovgaard (18. nov. 1856 - 9. mar. 1933) skal fara fram.
Altartalvan hevur eina serliga søgu við uppruna sum ein fresko-málningur, gjørdur til Viborg Dómkirkju. Seinni - í 1910, varð hann tikin av aftur og fluttur yvir á lørift, goymdur á Statens Museum for Kunst og síðani latin til Christianskirkjuna í 1963. Ja, sagt verður, at Christianskirkja er bygt um hesa altartalvuna, sum varð latin til endamálið, tá ið Christianskirkjan varð teknað av Peter Koch.
Eftir ætlan verður altartalvan liðugt umvæld og sett uppaftur í juni 2013.
Orð og myndir: Dávur Winther