Klokkan 12.33 í gjár loysti manningin umborð á Avalon frá landi og byrjaðu at rógva til Føroyar, aftaná vánaligt verður hevði noytt teir at venda við aftur fyri nøkrum døgum síðani.
Ferðin hjá Avalon byrjaði 25.07 klokkan 04.22, tá báturin legði frá landi í Thurso í Skotlandi. 28. juli var báturin komin umleið hálva leið, tá teir máttu taka tí tungu avgerð at venda við aftur. Avgjørt varð at rógva inn til Stromness í Orknoyggjunum, har manningin var, inntil loyst varð frá landi aftur í gjár.
Í samrøðu við Rás 2 í gjár metti Livar Nysted, at tað fór at taka umleið fýra dagar at rógva til Føroyar. Nógv bendir á, at tíðarætlanin fer at halda hesa ferð, tí sambært seinastu skrásetingini eru teir vestanfyri Hetland í løtuni, og hava vunnið tað aftur, ið teir mistu, tá teir vendu við tann 28. juli.