Gongur væl í Fountain Húsinum

Umleið 10 fólk brúka Fountain Húsið dagliga. Stigtakarnarnir fegnast serliga um, at nógv eru, sum koma av sínum eintingum

Foutnain Husið verður nógv brúkt, sigur Súsanna Winther Poulsen, sum er stigtakari og arbeiður við dagliga rakstrinum av Fountain Húsinum.

 

Hon fegnast serliga um, at tað eru nógvir brúkarar, sum tær ikki kendu til áðrenn, sum nú koma av sínum eintingum.

 

- Úrslitið er altíð betur, um fólk ynskja at luttaka sjálvi, og tí eru vit glað um, at nógvir brúkarar koma av sínum eintingum, sigur Súsanna Winther Poulsen.

 

Fountain húsið hevur umleið 10 brúkarar um dagin. Summi eru hvønn dag, onnur koma  annað hvønn dag og onkur kemur eina ferð um vikuna. Tað er ymiskt hvsussu tørvurin er. Tað verður altíð gjørd ein ætlan saman við brúkaranum, sum umfatar teirra ynski um títtleika og innihald.

 

Haraftrat kunnu fólk støkka inn á gólvi til ein kaffimunn uttan avtalu. Tað gera tey ofta í bryjanini, sigur Súsanna Winther Poulsen.

 

Brúkararnir í Fountain húsinum arbeiða millum annað við havaarbeiði, sum er viðlíkahald av húsunum, við køksarbeiði, eitt nú at gera mat til hinar brúkararnar, og nú fara tær somuleiðis i holt við skrivstovuumráðið.

 

- Fólk hava góðar førleikar og her er eitt høgt fakligt støði. Vit leggja uppgávurnar eftir, hvat tey duga. Vit æltaðu eitt nú at biðja um tilboð til eina heimasíðu, men tað vísti seg, at ein brúkari dugid at gera heimasíður, so viðkomandi kann arbeiða við tí, fortelur Súsanna Winther Poulsen.

 

Ætlanin hevur alla tíðina verið, at tað eru brúkararnir, sum byggja húsið upp. Teir skulu vera við til at definera hvat húsið skal kunna bjóða, tí tað er teirra tørv, vit skulu nøkta, sigur Súsanna.

Somuleiðis er ætlanin at halda ymisk skeið fyri luttakararnar. Eitt nú kunstterapi, youga og sunnari rørslu.

- Nógvir av brúkarunum hava kanska ikki hug til at fara almen støð í fitnesscentur til dømis. Haraftrat eru nógv kreativ, so skeið, sum hava teirra áhuga, eru somuleiðis aktuel.

1. juni byrjar enn eitt starvsfólk og so eru trý størv í húsinum. Eitt fulltíðarstarv og 2 á 35 tímar vera tað nokk, heldur Súsanna. ì løtuni arbeiðir hon 30 tímar um vikuna og Súna Mørk arbeiðir 40 tímar.


Súsanna Winther Poulsen sigur, at tey eru sera glað fyri húsini, tí tey liggja so væl fyri og eru sera hugnaligt. Tó kann vera trongligt, men tær leggja virksemið til rættis soleiðis, at tað øll ikki eru har í senn.

 

- Enn er væl pláss fyri fleiri brúkarum, so fólk skulu endiliga koma framvið. Tó verður tað helst trongt, um gongdin heldur fram á hendan hátt, sigur Súsanna Winther Poulsen.