Gongutúrur og sjórænaratúrur við Johannu leygardagin

Børnini fara í skúla mánadagin ? í Suðuroynni hendir ein rúgva leygardagin

 
Leygarmorgunin gongutúrur Øravík ? Porkeri:
Bussur koyrir av Kunningarstovuni í Vági kl. 10.00 og av Kunningarstovuni á Tvøroyri kl. 10.30 til Øravíkar. 
 
Gingið verður inn til hagaportrið omanfyri Øravík. Gingið verður framvið
Tinggilinum Uppi millum Stovur, har suðuroyingar í gomlum døgum hildu ting. Landslagið er sermerkt við gilum og hvøssum ryggum. Her er eisini Tingborðið og helst fer onkur at fortelja søgnina um Snæbjørn sum dømdur at arbeiða 4 ár í bolti og jarni á Bremerholm. 
 
Gingið verður um Mannaskarð og her er framúr gott útsýni ein góðveðursdag yvir Dalin og Hovsvøtnini. Vit ganga eystanfyri Laganfellið og oman til vøtnini. Síðani framvið ánni eftir vegagilið. Komið verður yvir til grótbrotið í Skørðini. Staðkend heimildarfólk eru við á túrinum
 
Eftir loknan gongutúr verður koyrt við bussi úr Porkeri til ávikavist Kunningarstovurnar í Vági og á á Tvøroyri. Latið bilin standa við kunningarstovurnar, eftirsum bussur koyrir er ikki neyðugt at hava egnan bil til gongutúrarnar. Soleiðis hevur gongufólkið ikki høvuðbrýgg eftir loknan túr, at fara eftir bilinum við byrjunarstaðið fyri gongutúrin.
 
Tilmelding og prísur
Kostnaður fyri gongutúrin og busskoyring er kr. 100,- fyri vaksin men fyri børn er tað ókeypis.
 
Bindandi tilmelding til túrin skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342/ 284342 ella á kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480/ 284480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00.
Leygardagin kl. 17 sjórænaratúrur við sluppini Johannu
Serligt barnatiltak verður leygardagin við Johannu.
 
Johanna fer av bryggjuni í Vági kl. 17.00, hon loysir frá landi, men fer bara stutt útfrá og leggur stilt millum flakavirkið og grótkastið. Johanna verður aftur um 19 tíðina.
 
Børn frá 0 ? 100 ár ílætin sum sjórænarar hava atgongd. Hvat fer at henda er ein loyna enn. Børnini sjálvi eiga løtuna og fara helst at spæla teimum vaksnu eitt puss.  
 
Gott at hava við!
Øll sum koma umborð mugu onkursvegna verða ílætin sum sjórænarar. (turriklæði um høvdi ella eygnaklaffa fyri  ella kanska hava eitt svørð við).
 
Verið í heitum og góðum klæðum, góðum skóm ella styvlum.
 
Tilmelding og prísur
Tað er avmarkað luttøka til hetta tiltakið. Kostnaður fyri hvønn kr. 70,-  íroknað prísin er ábit og tostadrykkur umborð á Johannu.
 Bindandi tilmelding til túrin skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342/284342 ella á kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480/284480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00.