Gonguvenjing á Tórsbreyt í dag

Krabbameinsfelagið og Bragdið skipa fyri gonguvenjing til ½ marathon á Tórsbreyt seinnapartin í dag.

- Øll hava brúk fyri frískari luft og at røra seg. So, hví ikki gera sum Annita á Fríðriksmørk? Hon ætlar sær at ganga ½ marathon 2.juni, tá Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður.

 

Í dag klokkan 17 skipa Krabbameinsfelagið og Bragdið fyri gonguvenjing til ½ marathon, og eisini tá verður Annita á Fríðriksmørk við. Venjingin verður á Tórsbreyt, og øll gonguáhugaði eru vælkomin.

 

- Ætlanin er at venja tríggjar ferðir um vikuna, týsdagar og mikudagar klokkan 17 og leygarmorgnar klokkan 8.30, siga tey í Bragdinum, sum saman við Krabbameinsfelagnum skipa fyri.