Seinnu árini, meðan fleiri útróðrarmenn eru givnir at rógva út vegna vánaliga toska-og hýsuveiði, eru tað tó nakrir útróðrarmenn, sum hava fingið tað at bera væl til.
Á sjómannadegnum í Klaksvík leygardagin varð útróðrarbáturin Gordrúgvin, sum fiskar í bólki 5A, heiðraður fyri størstu nøgd og størsta veiðivirði í hesum bólki í 2014.
Tað er Sámal Debess á Oyri, sum eigur bátin, og hann og hansara menn teljast millum raskastu og dugnaligastu útróðrarmenn í Føroyum.
In.fo hevur roynt at fingið fatur í Sámali Debess í dag, men tað hevur ikki eydnast. Vit hava tó skilt, at veiðivirðið hjá bestu útróðrarbátum í bólki 5A í fjør liggur um 3,5 og stívliga 4 miljónir krónur.