Meiningin við tiltakinum er at hækka støðið innan føroyskan gospeltónleik, og hetta hava vit eisini sæð gjøgnum hesi fimm árini. Vit eiga nú ein stóran skara av gospeltónleikarum á høgum støði, og hevur hendan festival verið ein góð barlast at havt hjá tónleikarunum siga stigtakararnir til festivalin í tíðindaskrivi.
Ein av stigtakarunum til festivalin var fyrrverandi stjóri í Norðurlandahúsinum, Petur Turtschaninoff og skal hann eisini hava sína tøkk fyri at hava verið við til at lyfta tann føroyska gospeltónleikin á eitt altjóða støði verður sagt.
Eitt, sum er sermerkt fyri Gospelfestivalin hvørt ár, eru teir útlendsku bólkar, sum vitja. Hetta fer eisini at síggjast hesaferð, har vit fáa ein danskan og ein íslendskan bólk á vitjan.
Byrjar 7. mai
Festivalurin byrjar fríggjakvøldið 7. mai kl. 20.00. Mentanarráðharrin, Signar á Brúnni fer at seta festivalin. Síðan fer kórið úr Eysturoynni ?Voices of Praise? á pallin. Hetta kórið er umboðað av 33 sangarum frá Heimamissiónunum og Brøðrasamkomuni. Kórið er trý ára gamalt og hevði sína fyrstu framførslu á LUS í Tórshavn 1996. Og síðan hevur kórið verið við til minni tiltøk hjá heimamissiónini og var eisini við á LUS í ár á Giljanesi har tey høvdu eina sera góða framførslu. Stílurin hjá kórinum er nýmótans kórtónleikur.
Síðan kemur kenda kórið ?United Voices? á pallin. Hetta kórið varð skipað til Gospelfestivalin 97 av Føroya Gospeltónleikafelag, kórið fekk sína fyrstu framførslu saman við »Gospel konginum« Andraé Crouch. Henda konsert varð sera væl fagnað, og kórið fekk eisini gott skoðsmál frá Andraé sjálvum. Hetta hevur verið við til at stimbra kórið, so tey nú hava stórar ætlanir um framhaldandi virksemi. Kórið er samansett av limum, ið búgva runt allar Føroyar, og hevur eisini verið við til Jazzfestivalin. So vit hava øll nakað at gleða okkum til fríggjakvøldið 7. mai siga stigtakararnir. Tað kemur eisini nakað óvæntað fram fríggjakvøldið, sum stigtakararnir annars ikki fara at avdúka enn.
Leygarkvøldið 8. mai verður lagt upp til eina av bestu Gospel-rock konsertum, har byrjað verður við Saltbrøður úr Eysturoynni. Hetta er ein nýggjur bólkur, men samansettur av kendum tónleikarum sum Hans Poulsen, Bárður á Lakjuni o.ø. Teir kalla sín stíl popp/rock.
Síðan fáa vit kenda bólkin úr Vágum, ?MMM? sum vit sóu í undankappingini á Prix Føroyar, hetta er ein bólkur, sum hevur trý ár á baki, og hevði eina sera góða framførslu á Prix, bólkurin kallar stílin greinc/rock.
Eftir einar 15 min. pausu kemur kendi bólkurin ?I?am?, sum er á veg út á marknaðin við einari sera góðari fløgu. Henda fløgan kemur út ca. um somu tíð. Bólkurin hevur eini fimm ár á baki og kann metast sum ein av bestu bólkum í Føroyum. Bólkurin I?am var eisini við í undankappsingini Prix Føroyar og høvdu eisini eina sera góða framførslu. Hesin bólkur hevur ætlanir um at selja og marknaðarføra sína vøru uttanlanda og kemur ein Danmarkartúrur møguliga uppá tal eisini. Á festivalini kemur bólkurin at hava ein breta at mixa og gera ljóð.
Síðani kann nevnast danski bólkurin ?Glorybox?. Bólkurin varð við í ?DM Rock? í Danmark og tók bæði publikum og dómara av bóli. Teir blivu tí sendir til semifinaluna, har teir megnaðu eitt triðja pláss. Glorybox hevur verið á tourné runt í Europa í londum sum Týskalandi, Noregi, Ungarn og USA. Eftir vitjanina í Føroyum fara teir tourné í USA. Stílin kalla teir fyri nýmótans ?greince/rock? við eitt sindur av poppi afturvið. Glorybox kemur eisini út við einari fløgu um hetta sama mundið.
So hetta verður eitt kvøld á høgum tónleikastøði lova stigtakararnir.
Festivalurin endar sunnukvøldið 9. mai kl. 20 við Heina Lützen sum eisini er kendur kring knøttin. Hann er eisini á veg út á marknaðin við einari rockfløgu sum vónandi verður at hoyra á konsertini.
Síðani kemur kendi íslendingurin Páll Rosenkranz við sínum bólki, sum hann kallar ?Christ Gospel Band?. Páll er kendur sum ein av bestu rock sangarum í Íslandi, har hann hevur spælt við bólkum sum ?Jet Black Joe?. Páll hevur givið fleiri gospeldiskar út, eitt nú »I believe in You«. Hann hevur eisini havt konsert saman við Andraé Crouch, sum varð í Føroyum. Síðan endar festivalurin.
Føroya Gospeltónleikarafelag sigur seg vóna at fáa ein av bestu festivalum nakrantíð, og vilja teir siga at atgongumerkir eru at fáa í Norðurlandahúsinum og hjá Kunningarstovunum kring landið.