Ågot fekk gamalt róður á Føroyabanka

- Tað var ikki frítt, at tankarnir fóru djúpt, tá vit í morgun fingu eitt pettið av einum gomlum róðuri á einari rekalínu, sigur skiparin á Ågot, Hjaltur Poulsen

 

Í morgun fekk línuskipið Ågot, sum í løtuni ger línuroyndir á Føroyabanka, eitt petti av einum gomlum róðuri á einari rekalínu.

Meðan teir drógu, gjørdust teir fastir í rekalínuni. Tá teir drógu línuna inn, vísti tað seg, at okkurt tungt var á henni, og tá til stykkis kom, var hetta eitt pettið av einum stórum og gomlum róðuri.

Sjálvur sigur skiparin á Ågot á sínari Facebook-síðu í morgun, at tað var ikki frítt, at hetta setti nakrar tankar í gongd.

- Ja, eg vil siga, at tankarnir fóru djúpt, tá eg stóð við róðurpettinum í hondini. Hetta róðurið er so mikið gamalt, at tað hevur ikki staðið inni í einum stýrhúsi. So, umstøðurnar hjá hesum monnum hava neyvan altíð verið so góðar.

Hjaltur Poulsen vísti í KvF í morgun á, at einki nummar, navn ella annað stendur á róðurinum, men hann helt fyri, at hetta einaferð hevur verið eitt stórt og flott róður.

- Jú, eg hugsaði um lagnuna, sum nakrir av okkara fiskimonnum fingu undir fyrra heimsbardaga, tá føroyskar sluppir vórðu bumbaðar og søktar á Bankanum.

Skiparin vísir á, at fíggindin bað menninar fara av skipinum, áðrenn teir bumbaðu, og hesir noyddust so at rógva teir umleið 100 fjórðingarnar til lands í árabátum.

Hjaltur Poulsen heldur tað vera torført at siga, hvaðani róðurið stavar, men hann hevur hugsað tankan, um róðurið kanska er av einari søktari slupp frá fyrra heimsbardaga.

- Eg veit tó ikki, um sluppirnar yvirhøvur høvdu róður tá í tíðini, tí í gomlum døgum høvdu skipini stýrisvøl, leggur hann aftrat.

Skiparin sigur, at tað meira enn so kemur fyri, at teir fáa okkurt á línuna, og beint áðrenn teir fingu róðurið á rekalínuna í morgun, lógu teir fyrst fastir í botni eina løtu.

- So, tað kundi verið, at ein slupp liggur um hesar leiðir, heldur hann fyri.

Men, hvat fer skiparin á Ågot so at gera við róðurpettið?

- Tað veit eg ikki. Eg havi ikki brúk fyri tí, men tað kundi verið, at onkur var áhugaður, kanska fornminnissavnið, sigur Hjaltur Poulsen.