Hetta er ein viðurkenning og er jú positivt í sær sjálvum. Tónleikarar hava ikki verið so viðurkendir áður, men hetta er eitt herðaklapp, sigur Kim Hansen í viðmerking til heiðurin, ið hann fekk sum ársins mannligi sangari við Planet Galla tiltakið leygarkvøldið.
Ein er í upptøkuhølunum og spælir og veit kanska ikki hvussu tað verður móttikið, ið ein ger. Nú veit ein, at ein kanska fær okkurt. Hetta við planetunum og heiðranini er ein gularót, metir Kim.
Men hinvegin sigur Kim seg ikki hugsa so nógv um slíkt.
Men vandin er kanska hinvegin, at nú kanska onnur hugsa, at har gongur Føroya besti, hugleiðir Kim, sum annars tekur tað heilt róliga, hóast hann fegnast um planetina.
Gott tiltak
Kim heldur, at tað er gott, at fólk, sum arbeiða innan tónleik, fáa eina viðurkenning.
Tað er eisini gott, at ein verður vigaður, heldur Kim.
Tað eru altíð byrjanartrupulleikar, tá slík tiltøk skulu stáplast á beinini. Planet Galla eigur at endurtakast og skal tilrættisleggjast betri, so tað slepst undan steðgunum. Og so haldi eg eisini, at rúmið til tónleikarar og onnur, ið eru við, skal ikki vera niðriundir, meðan tiltakið er uppiá, og tað er kanska heldur ikki rætt at hava almennan dans aftaná, tí so eru tey gallakløddu knappliga blandaði við onnur, ið fyri tað kunnu møta í skipstroyggju, sigur Kim, ársins sangari, ið heldur, at er talan um galla, so skal tað vera galla, og eftir stásinum at døma leygakvøldið, so eru fleiri samd við Kim í hesum.
Kim fegnast at hann fekk heiðurin sum ársins sangari í kapping við góðar sangarar.
Í uppskoti til ársnins sangara vóru eisini Janus Rasmussen, Brandur K. Jacobsen, Kári Sverrisson og Teitur Lassen.