Seinasta útgávan hjá Lenu Anderssen, “Letters from the Faroes”, var eitt kvæði til Føroyar, men eisini til útlongsulin, ið kemur av at búgva í einum lítlum oyggjalandi. Nú kennir hon, at tíðin er búgvin at viðgera barndómin. Ein barndóm, ið var merktur av einum pápa, ið var alkoholikari, og av, at tey fluttu javnan.
- Pápi mín var alkoholikari, og hann helt ofta, at tað var gott at koma til eitt nýtt stað og byrja edrúur av nýggjum. Hetta gjørdi, at okkara lív bleiv øgiliga óstøðugt, sigur Lena, ið tó hevur lært seg at brúka upplivingarnar sum barn til nakað positivt.
- Tá man verður eldri, lærir man at brúka ring barndómsminnir til okkurt konstruktivt, og nøkur løg á nýggju fløguni fara tann vegin, sigur Lena.
- Tað er ótrúligt, hvussu barndómurin formar teg sum menniskja. Man heldur, at man hevur slept tí, men tað ávirkar teg alt lívið. Fyri at koma víðari, má man hyggja aftureftir. Men man má eisini finna frælsið til at brúka minnini til nakað gott, greiðir hon frá og vísir á, at hetta ikki snýr seg um, at nakar skal halda, at tað er synd í henni. Hetta snýr seg um at skilja og viðgera tað, sum hendi tá:
- Fyri at skilja meg sjálva, so má eg skilja mekanismurnar, sum gingu fyri seg í mínum barndómi, greiðir Lena frá.
Hon fegnast um, at hon hevur tónleikin at útrykkja seg við, tí á tann hátt fær hon viðgjørt tey ting, ið liggja henni á sinni.
- Um eg ikki kann skriva um tað, sum tyngir og rørir meg, so er tað líkamikið at skriva tónleik.
Gevur út yrkingasavn
Lena hevur saman við manni sínum, Niclasi Johannesen, givið fýra fløgur út, og eftir ætlan kemur fimta útgávan í mai í ár. Men samstundis arbeiðir Lena við einum enskmæltum yrkingasavni, ið hon vónar at geva út samstundis, sum fløgan kemur í handlarnar.
Umframt at skriva tekstir til egnar útgávur hevur Lena í nógv ár virkað sum teksthøvundur fyri aðrar føroyskar tónleikarar, so stigið at geva út eitt yrkingasavn er kanska ikki so stórt. Eins og nýggja fløgan viðger yrkingasavnið eitt nú barndómin.
Nýggja fløgan er væl ávegis
Lena og Niclas hava arbeitt eina tíð við nýggju útgávuni, og tað gongur rætta leið.
- Eg og Niclas liva næstan sum sigoynarar, ið flyta runt alla tíðina, og soleiðis er eisini við fløguni, vit hava spælt trummur inn í Los Angeles í kenda tónleika kompleksinum Sound City, og vit gjørdu nakrar upptøkur í Vancouver, tá vit vóru har í fjør summar, og so hava vit tikið upp í Hoyvík í upptøkuhølunum hjá Kristoffur Mørkøre og Jákupi Zachariassen, og so umhugsa vit at kanska taka okkurt upp í Studio Bloch, umframt, at strúkarar nokk skulu takast upp í Íslandi. Seinastu tíðina hava vit sjálvi tikið kassagittarar upp í einum húsum á Argjahamri.
Heimskendur trummari
Matt Chamberlain spældi trummurnar inn í Los Angeles. Hann telist millum heimsins bestu trummuleikarar, og er í fleiri førum kosin besti upptøkutrummari í heiminum. Hansara C.V. telur nøvn sum Tori Amos, Fiona Apple, Bruce Springsteen, Joe Cocker, Mika, Dido, John Mayer, Alanis Morrisette, Garbage, Robbie Williams, Carrie Underwood, Edie Brickell and the New Bohemians og hópin av øðrum. Í 1991 avloysti hann sum trummari í Pearl Jam, og kom í hesum sambandi við í videolagið til “Alive”, ið er eitt tað kendasta lagið hjá bólkinum. Hann spældi ikki trummur á útgávuni, men í videolagnum letst hann at spæla.
- Eg havi hoyrt nógv, sum hann hevur gjørt og mær dámar ordiliga væl hansara ljóð, tað er heitt og gott, og so ljóða trummurnar altíð so væl hjá honum, greiður Lena frá.
Meðan trummarin er útlendingur, so eru bassleikararnir føroyingar, tí talan er ikki um ein men hópin av bassleikarum. Higartil hava Óli Poulsen og Jóhannus á Rógvu Joensen spælt bassar inn, og ætlanin er, at eisini Mikael Blak, Kristoffer Mørkøre og Edvard Nyholm Debess spæla bassar inn.
Lena og Niclas spæla gittarar, og Finnur Hansen verður við á tangentum og Jákup Zachariassen leggur helst eisini onkur streingjaljóðføri á.
Konsertferðir
Við nýggjari fløgu í maj er upplagt at spæla á føroyskum festivalum í summar, men Lena kann ikki vátta hetta enn.
- Vit hava fingið onkrar fyrispurningar, men vit vita ikki, um vit eru her tá. Vit skulu til New York at spæla í summar, ella møguliga í heyst, og ætla í tí sambandi at spæla eina norður amerikanska konsertferð. Men tað er í øllum førum sikkurt, at vit fara at spæla konsertir í Føroyum seinni í ár, lovar Lena.
———————————————————————————————-
Myndatekstur:
Lena uttan fyri Sound City, har tey innspældu trummurnar til nýggju fløguna. Tað var her at Nirvana innspældu Nevermind, ein útgáva, ið telist millum størstu varðar í tónleikasøguni. Bólkar sum Fleetwood Mac, Neil Young, Rick Springfield, Tom Petty, Kyuss og Slipknot hava allir spælt inn her.
(mynd: Niclas Johannesen)
***
LENA UM FMA
Lena hevur vunnið fimm Planet Awards. Ársins songkvinna í 2008 og 2011, Ársins útgáva í 2007 og 2011, fyri ávíkavist Let Your Scars Dance og Letters from the From the Faroes og Ársins einstaklingur í 2011.
Nú avloysir Faroese Music Awards Planet Awards. Lena sigur, at heiðurslønir eru ikki orsøkin til, at hon gevur tónleik út. Hon vísir á, at tá tú gevur okkurt út, so veist tú, at tað er í hvussu er onkur, sum hoyrir teg. Men tá tú fært eina almenna viðurkennig, so er tað sum um samfelagið sigur “Vit hoyra teg.” Hon vísir á, at nógv fólk gera góða list, uttan at vera váttaði, tí má man gleðast um, at onkur vísur tær so mikið av heiðri, tá tey gera tað.
***
LENA Í ÚTLANDINUM
Lena og Niclas hava arbeitt miðvíst við sínum tónleiki í nógv ár, og Lena heldur sjálv, at tað gongur væl. P4 í Danmark spælir tey nógv og valdi Letters From The Faroes sum “Ugens Album”, tá fløgan kom út har í 2012. Tey eru eisini spæld nógv í Póllandi. Tónleikur hjá teimum er brúktur í fleiri sjónvarpssendirøðum, og í ár verður sangurin “Who am I” í filminum Dakota’s Summer, ið kemur í biografarnar. Tey hava eisini spælt konsertir í nógvum ymiskum londum.
Lena og Niclas umboða seg sjálvan og skipa sjálvi fyri konsertferðum og tílíkum, tað er eisini tey sjálvi, ið geva tónleikin út. Lena hevur ikki nakran plátusáttmála, men ger lisensavtalur við feløg fyri hvørt landið. Tann vegin fíggjar hon sjálv útgávurnar, men avgerð eisini 100% sjálv innihaldið og tónleikin.
Tey umhugsa tó at taka samband við eitt bookingfelag í sambandi við bóking av konsertum, tí hetta er tíðarkrevjandi.