Gott fótbóltslag í Klaksvík

Skálamenn halda seg hava møguleikar fyri øðrum enn at vera kanónføði í dag

Skírisdag vann KÍ sannførandi heimasigur á AB, sum varð sent suður aftur við 4-1 tapi. Í dag er aftur fótbóltur á skránni á Eiðinum, og aftur er tað eitt av teimum niðastu liðunum á støðutalvuni, sum vitjar í Klaksvík, har líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu.

 

Skálamenn tvífaldaðu hósdagin sína úrtøku við 1-1 á heimavølli ímóti Víkingi. Harvið hevur Skála tvær ferðir á rað vunnið eitt stig, og tað birtir vónir um, at tað eisini í dag skal eydnast at vinna úrtøku:

-Spælararnir skulu hava rós fyri fínt avrik. Eg hevði heldur havt viljað vunnið eina ferð enn at hava spælt tvær ferðir javnt. Í 1. hálvleiki vóru vit nógv betri enn Víkingur, og fram ímóti dystarenda, tá ið vit høvdu javnað, spældu vit okkum til stórar møguleikar. Tað gevur mót um, at tað eisini skal eydnast at vinna stig í Klaksvík, sigur Skála venjarin Eliesar Olsen, sum hevur allar sínar menn tøkar.

 

Í Klaksvík er Gunnar Christiansen tøkur aftur eftir leikbann. Allir spælararnir tøkir uttan Atli Danielsen, sum er burturstaddur. Eftir torføran inngang til kappingina eru á pappírinum tveir góðir heimadystir á skránni á páskum, og tað verður roknað sum væl og virðiliga góðtikin byrjan á kappingarárinum, um tað aftur í dag eydnast at vinna fulla úrtøku:

                -Ímóti AB myndaðu møguleikarnar, sum skulu til. Sjálvandi fara vit eisini í dag eftir sigrinum. Skal tað eydnast, so mugu vit vera fokuseraðir og tilvitaðir um avbjóðingina, tí tað kennist sum um, at Skála er við at fóta sær, sigur Eyðun Klakstein venjari hjá KÍ.