Brimil fann eina grind vestanfyri Sumbiarhólm í gjár. Roynt var at reka hana til Fámjins, men Jaspur Vang, sýslumaður, valdi til endans at lata grindina fara, tí tað gekk so illa at reka. Tað hevði annars verið fyrsta grind í bygdini í 13 ár, um so var, at hon legði beinini.
Tað hava verið nógvar grindir higartil í ár. Tilsamans eru tíggju grindir dripnar og tveir flokkar av springarum hava eisini lagt beinini.
Fyrsta grindin í ár var í Bø, tann 22.mai. Tá løgdu 83 hval beinini.
Næsta grindin var í Sandágerði 16. juni. Tá løgdu 164 hval beinini. Sama dag løgdu nakrir springarar beinini í nýggju hvalvágni í Skálfirði.
Tíggju dagar seinni, tann 26.06, løgdu 150 hval beinini í Hvalvík. Tríggjar dagar seinni legði ein minnið grind beinini í Tjørnuvík. Tá var talan um 43 hval.
Herfyri løgdu tvær grindir løgdu beinini í Hvannasundi uppá tríggjar dagar. Seinasta mikudag og leygardag blivu ávikavist 60 og 71 hval.
Grind var aftur hildin til í Sandágerði 09.07. 29 hval løgdu beinini. Tað sluppu nakrir hvalir frá tí grindini og tveir av teimum vórðu dripnir í Skálafirði í morgun.
Ein grind legði beinini í Vági 16. 07. Talan var um 30 hval og 12 springarar. Ein grind afturat legði beinini í Hvannasundi dagin eftir grindina í Vági. Tá doyðu um 200 hval.
Seinasta í røðini higartil, er ein bólkur av springarum, ið løgdu beinini í Gøtu 25.07. Talan var um 16 springarar, sum vórðu funnir tveir fjórðingar úr Borðoyarnesi.
Tað vil siga, at tilsamans hava verið 12 grindaboð í ár, sum er nógv, um mann samanber við eitt vanligt ár. Enn er tó nakað eftir, um metast skal við tey heilt góðu árini. Besta árið higartil, ið er skrásett, er 1941, tá 27 grindir vórðu.