Gott hálvár hjá Norðoya Sparikassa

Norðoya Sparikassi hevur havt eitt gott hálvár í ár. Úrslitið eftir skatt var 8,1 milliónir krónur, í mun til 9,6 milliónir krónur sama tíðarskeiði í fjør.

 

Tað sigur Norðoya Sparikassi í tíðindaskrivi í dag.

 

Vøksturin í útlánum var 2,4 % ella 41 mió. kr. Útlánini øktust úr 1.694 til 1.735 mió. kr.

 

Vøksturin í innlánum var 3,2 % ella 67 mió. kr. – úr 2.119 mió. kr. upp í 2.187 mió. kr.

 

Innlánsavlopið øktist aftur fyrra hálvár 2017 – hesaferð við 26 mió. kr. og var 451 mió. kr. pr. 30. juni 2017.

 

Marni Mortensen, stjóri á Norðoya Sparikassa, sigur í stuttari viðmerking, at tey samanumtikið eru væl nøgd við gongdina higartil.