Gott høvi at læra um val

Fólkaskúlanæmingar skulu ikki bara læra at lesa og rokna, men eisini at vera góðir demokratiskir borgarar, og í Klaksvík nýtti ein 9. flokkur fólkatingsvalið til ein øðrvísi undirvísingtíma Saman við læraranum vitjaðu tey valhølini í Klaksvík, har lærarin, Emil Jacobsen, greiddi frá hvat stendur á valkortinum, hvussu valhølið sær út, og hvussu valið fer fram.

Tað er ikki á hvørjum degi, at fólkatingsval er, so tað er nokk eingin grund at sita handan afturlatnar skúladyr ein slíkan dag. Men um onkur lærari gloymdi at nýta hetta høvið, ber sjálvandi til at seta kross við 19. Januar, tá evsta mark er fyri løgtingsvali.