Gott konsertkvøld í Kagganum

Fríggjakvøldið verður eitt sonn tónlistarliga stóruppliving í Kagganum, tríggir av mest spennandi bólkunum á føroyska tónleikapallinum The Story Ends, Isadora and The Rebels og Deja Vu fara á pallin.

The Story Ends er sera aktuellur bólkur, ið hevði ovasta lagið á 15 teimum bestu í síðstu viku, men sum hesa vikuna misti plássið til Teitur, Isadora and The Rebels við frálíku songkvinnuni Guðrið Hansen er ein rættiliga nýggjur bólkur, men songkvinnan hevur royndir bæði úr bólkum og sum einstaklingur.  Deja Vu hevur seinasta mánaðin lagt bæði Ísland og Áland fyri sínar føtur, og er samstundis mentur 200% sum konsert bólkur.

Konsertin er ókeypis og verður hildin sambært Kagganum fríggjakvøldið, tó byrjar tónleikurin ikki fyrr enn klokkan er farin av miðnátt, og tá er ikki longur fríggjakvøld men leygarnátt.