Teir eru stórt sæð ókendir her í landinum, men Thomas Stensgaard og Ilanguaq Lumholt ? betur kend sum The Benefits ? eru væl dámd í USA. Video teirra til sangin ´Physical´ hevur havt 500.000 hyggjarar á YouTube og nú arbeiða tey uppá teirra kjakalbum, ið kemur út hjá plátufelagnum Universal.
Tit fóru til USA og komu heim við eini plátusáttmála frá Universal. Hvussu ber man seg at?
- ?You work hard, and then you get lucky?. Tað, sum hendi hjá okkum var, at vit fóru á fund hjá okkara núverandi fyrisitara og spældu okkara tónleik og okkara video fyri teimum. Tey dámdu okkum beinanvegin og skipaðu síðani fyri einum fundi við Universal Republic í New York fáar vikur seinni.
Tað er reint veruliga viðurskiftini, umframt tað at vit hava fylgt eini heil ?old-school-uppskrift? ið eitur: at ?arbeiða øgiliga hart fyri eitthvørt, ið ein trýr uppá?!
- Vit hava brúkt rættuliga nógvar tímar uppá hetta. Vit byrjaðu við at gera tónleik, tí vit ikki kundi steðga, og tí at vit alla tíðina trúðu uppá at tað kundi blíva orduliga gott. Man byrjar frá botninum, blívur so líðandi betur, og eina ferð endar ein á einum staði, har ein hugsar: Nú eru vit næstan líka so góð sum øll hini! Og um ein kemur so langt, snýr tað seg um at skapa sín egna stíl, ístaðin fyri at royna at ljóða sum sínar fyrimyndir.
Video?ið til ´Physical´ er ein av tí mest sædda á YouTube ? eru tit longu stjørnur í USA, áðrenn albumið kemur?
- ´Physical´ hevur gjørt nógv fyri okkum í USA. Tað eru vit ótrúliga glað fyri, men tað er ikki nakað vit hugsa um dagliga. Nú hugsa vit um at gera eina orduliga góða fløgu, sum vit sjálvi kunnu vera errin av.