Gott ár hjá Atlantic Petroleum

Hóast árið ikki gjørdist so gott, sum upprunaliga var roknað við, er Ben Arabo kortini nøgdur við úrslitið, sum vísti eitt avlop á 66,6 milliónir eftir skatt.

127,5 milliónir stóðu á niðastu linju áðrenn skatt, og tað var heldur lakari enn upprunaliga metingin segði.
- Vit hava framleitt góðar 2000 tunnur av olju í meðal um dagin, men hóast tað er heldur minni enn vit væntaðu tá árið byrjaði, so var oljuprísurin ógvuliga góður. Vit fingu í meðal 108 dollarar fyri tunnuna, og tað er væl meira enn teir 100 dollararnir, sum vit høvdu roknað við, sigur Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum.
66,6 milliónir krónur vórðu í avlopi, tá skatturin var goldin, og við tí er eginognin hjá felagnum vaksin upp til 444,4 milliónir krónur.
- Tað, sum veruliga hevur havt týdning hjá okkum, er at vit hava tvífaldað leitiloyvini gjøgnum árið, og tað hava vit nýtt nógva orku upp á. Vit eru nú til reiðar at fara undir at bora tríggjar brunnar, har tann fyrsti verður settur á innan fyri 14 dagar, tann næsti verður boraður í juni saman við Statoil á Brugdan II økinum, og so hava vit lagt ein brunn aftrat til rættis at bora í ár í Norðsjólnum, sigur Ben Arabo.
Tað merkir, at boriaktiviteturin verður munandi størri í ár, enn hann var í fjør.
Felagið er eisini væl fyri fíggjarliga.
- Lániskuldin er komin niður á góðar 104 milliónir, havav 65 milliónir er langfreistað skuld, so fíggjarliga er felagið munandi betri fyri enn tað var fyri tíð síðani. Men tað, vit fáast við, krevur nógvan pening, og tí eru vit rættiliga varnir soleiðis, at vit hava ráð at taka av, tá rætta tilboðið kemur, sigur Ben Arabo.

Góð útlit
Fyri framman liggja nøkur fund í syðra parti av Norðsjónum.
- Har skulu vit bora fyri at fáa staðfest, um fundini eru í rakstrarverdum nøgdum. Og hartil koma so teir tríggir áðurnevndu brunnarnir, men vit eru eisini alla tíðina úti um okkum at útvega fleiri brunnar, sigur Ben Arabo.
Onkrir av hesum brunnunum verður boraður í ár, men onkur liggur longur frammi í 2013.
Tað er avbjóðingin at tryggja, at Atlantic Petroleum eisini hevur nakað at gera um fimm ár, sigur Ben Arabo.
Framleiðslan verður á sama støði sum í fjør.
- Vit rokna við at framleiða eitt stað millum 700.000 og 800.000 tunnur upp á ársbasis, og í peningi meta vit at koma upp á eitt stað millum 200 og 270 milliónir krónur áðrenn avskrivingar og skatt, sigur Ben Arabo.
Hesar metingarnar eru gjørdar út frá varligum oljuprísum.
- Vit hava valt at gera metingarnar út frá einum oljuprísi sum sigur 100 dollarar fyri tunnuna, og tað er varisliga mett, tí oljuprísurin í løtuni er væl oman fyri tað, sigur Ben Arabo.