Um vikuskiftið 19. og 20. mars varð hildin hin tíggjunda Pro Kennex Icelandic Open kappingin á Akureyri. Hetta er stór altjóða kapping í badminton. Umframt Ísland vóru hesaferð leikarar úr Kina, Danmark, Onglandi, Týsklandi, Litava og Føroyum.
Kappingin var býtt upp í tríggjar styrkisbólkar: Meistarabólkurin, A-bólkurin og B-bólkurin. Føroyingar luttóku í A-bólkinum.
Spenningurin var stórur tá innleiðandi umførini byrjaðu fríggjadagin seinnapart. Ikki vóru innleiðandi dystirnir lidnir fyrr enn um hálvgum ellivu tíðina á kvøldi. Tá høvdu flest allir føroyingarnir tryggjað sær pláss í semifinalunum, verið tað í einmansleiki, tvímansleiki ella blandaðum tvímansleiki.
Leygarmorgunin byrjaðu so semifinalurnar.
Í einmansleiki hjá monnum var Erland Poulsen einasti føroyingur í semifinalunum. Erland møtti einum íslendingi, sum hann vann greiðan sigur á. Tó leikaði til tíðir hart á í dystinum.
Í finaluni møtti Erland íslendinginum Ingálfi Ingálfssyni. Ragnar Rasmussen møtti Ingálfi fyrr í kappingini, men mátti lúta fyri íslendinginum. Fyrsta sett í finaluni kom íslendingurin nakað nógv framum Erland, og tó at Erland legði íslendingin undir hart trýst móti endanum av settinum, vann íslendingurin fyrsta sett. Annað sett tók Erland seg saman av álvara, og smurdi íslendingin av 15-1. Triðja sett var íslendingurin sum umbroyttur. Hann legði hart út og streyk framum áðrenn Erland kom fyri seg aftan á stutta steðgin millum annað og triðja sett. Støðan bleiv 10-3 áðrenn Erland fekk tikið seg álvarsliga í nakkan. Eftir hetta gjørdi Erland nøkur ordilig hál, og kom upp aftur á javnleik 10-10. Eftir hetta hál frá Erlandi kom stígur í, meðan íslendingurin toygdi seg eitt sindur afturat fyri at náa teimum 15 stigunum fyrst. Hetta eydnaðist íslendinginum, og hann vann sostatt finalu-dystin í trimum settum. Hetta var annars ein sera væl leiktur og spennandi dystur.
Fleiri semifinalupláss
Annika kom fram til semifinaluna í einmansleiki hjá kvinnum. Har bleiv hon sligin út í trimum settum.
Í tvímansleiki hjá monnum leiktu Kim og Regin seg eisini fram til semifinaluna, men blivu so sendir úr kappingini av tí íslendska parinum, sum seinni vann kappingina.
Í blandaðum tvímansleiki høvdu Føroyar eitt par við eisini. Tey vóru Kim og Guðrun. Teimum gekst væl, og dysturin varð harður og javnur, men íslendingarnir stóðu við longra stránum at enda.
Ikki kann sigast annað enn at tað er eitt sera gott úrslit tá føroyingar eru umboðaðir í so nógvum semifinalum, og enntá í einari finalu í einari kapping sum Pro Kennex Open. Vónandi fáa føroyingar møguleika at fara til Pro Kennex Open kappingina aftur næsta ár, og fara tá møguliga at koma heim aftur við einum enn betri úrsliti.