Svimjing
Einir 1.800 svimjarar úr øllum Evropa vóru við til hesa stevnu, sum var skipað sum ein bólkakapping, t.v.s. at svimjarar føddir sama ár kappaðust hvør móti øðrum. Onkrar kappingar vóru tó skipaðar sum opnar kappingar, har øll kappaðust móti øllum, tó uppbýtt í kvinnur og menn.
Havnar Svimjifelag, saman við einum foreldrabólki tók fyrr í ár stig til hesa ferðina, fyri at svimjararnir hjá felagnum skuldu hava nakað venja fram ímóti, og at minnast aftur á, nú landsliðsarbeiðið hevur ligið í dvala, og einki røkist fyri at hesir svimjarar nakrantíð kunnu kalla seg landsliðasvimjarar.
Ikki kann annað sigast enn at væl gekst í Danish International Swim Cup 2008. Nógvir av svimjarunum betraðu munandi um svimjutíðir sínar, aðrir vunnu sær bronsunálina, sum er atgongumerkið til FM 2008, og uppaftur aðrir vunnu sínar kappingar.
Foreldrabólkurin, venjararnir Kristian Martin Joensen og Janus Olsen, saman við teimum 24 svimjarunum: Dánjal Hofgaard Hestoy, Jákup Símun Jacobsen, Andrass Thomsen, Hanus á Tjaldrafløtti vestergaard, Ólav S Petersen, Elsa Sára Djurhuus, Dagmar M Winther, Guðrun Holm Jacobsen, Bjørg Seloy, Lisbeth L Joensen, Høgni Miné, Rúni Eliasen, Jaspur Houmann Midjord, Hjarnar Tórðarson, Jákup Klein Hansen, Magnus Jákupson, Jóhan H Erlingsson, Teitur Skoubo Nolsøe, Ragnhild P Østergaard, Tummas J Danielsen, Óli Mortensen, Janus Eystberg Hofgaard og Markus Joensen fingu eina ógloymandi ferð og nógv góð úrslit heimaftur við.
Magnus Jákupson skaraði framúr, og vann hann gullheiðursmerki í 200 blandað og 200 rygg, og silvurheiðursmerki í 100 blandað, 50 rygg og 100 rygg.
Høgni Miné vann sær gullheiðursmerki í 100 rygg, silvurheiðursmerki í 50 rygg, eitt 4. pláss í 100 blandað og eitt 5. pláss í 25 rygg.
Guðrun Holm Jacobsen vann gullheiðursmerki í 50 m frí og bleiv nr 6 í 25 frí.
Bjørg Seloy bleiv nr.7 í finaluni í 100m rygg.
Óli Mortensen og Hjarnar Tórðarson vunnu sær bronsunálina, og sleppa nú við til FM, har teir skulu svimja ta grein bronsunálin var vunnin í.
Næsta kappingin, sum er tann seinasta í ár hjá svimjarunum, verður vikuskiftið 16-18 mai, tá skipað verður fyri FM.