Gott umdømi alt at siga

Uttanríkisráðið hevur orðað uttanríkispolitikk Føroya, og eitt av aðalmálunum er at skapa okkum eitt gott umdømi, antin vit so skulu selja eitt fiskaflak úr Barentshavinum ella eitt hotellkamar á Viðareiði, sum tikið verður til

Nú er ein uttanríkispolitikkur orðaður, og hesin verður lagdur fyri Tingið í dag. Parturin um Føroyar sum siglandi tjóð er soleiðis orðaður:
Vit eru oyggjaland og siglandi tjóð. Havið hevur altíð verið okkara farleið til onnur
lond; havið hevur knýtt okkum at øðrum londum, mentanum og marknaðum til mikið
gagn fyri okkum. Vit hava fingið til lívsins uppihald, og væl og virðiliga tað burturúr
havsins tilfeingi. Okkara vitan um havið, tess ávirkan á veður og vind og ikki minst
okkara kunnleiki um livandi tilfeingi í havinum er ein styrki, ið vit frameftir eiga at
byggja víðari á.
Vit eiga sjálvandi at gagnnýta tilfeingið á ein sjálvberandi hátt, og vit hava ment eina ta
mest vælvirkandi umsitingarskipanina í heiminum, fiskidagaskipanina til hetta
endamál. Vit taka virknan lut í fiskiveiðisamstarvi og eru í eini tilgongd at vinna okkum rættindi langt heimanífrá, eitt nú í bæði Suður- og Norðurstillahavi. Fiskivinnusamstarv á økisstigi kann eisini fáa ty?dning fyri Føroyar sum tilfeingisdepil.
Eisini her er umdømi okkara úteftir sera týdningarmikið. Lítil ivi er um, at tað loysir
seg betur fyri okkum og okkara vinnulív, at vit hoyra til tann siðmenta og ábyrgdarfulla partin av heimssamfelagnum, ið samstarvar um skynsama røkt av fiskastovnunum.

Knýta sambond
Tá ið vit, sum eru so evarska lítil í tí stóra høpinum, vilja samvinna við onnur og selja
teimum eitt og hvørt, antin tað er eitt fiskaflak úr Barentshavinum ella eitt hotellkamar
á Viðareiði, tá er ógvuliga umráðandi, at vit hava eitt gott umdømi sum land. Tað gevur
eisini sjálvsálit, at vit sanniliga átaka okkum okkara part av ábyrgdini. Vit skulu í øllum
lutum kunna vera errin av at vera partur av hesi tjóð.
Vit eiga serfrøði á altjóðastigi, serstakliga viðvíkjandi havinum. Okkara serfrøði eigur
at fáa møguleikar at mennast uppaftur meira, bæði okkum sjálvum at gagni, men eisini
til tess at Føroyar kunnu geva sítt íkast til granskingina og menningina av betri
umsitingarskipanum úti um heim. Eisini her er opinleiki, víðskygni og framsókni
vegurin fram. Føroyar hava havt eydnuna við sær í samráðingum við ES um føroyska
luttøku í rammuætlan fyri gransking.
Norðurlendskt samstarv er ein týdningarmikil pallur hjá Føroyum at virka á. Har eru øll politisk øki til viðgerðar, og vit hava framvegis nógv at vinna við at luttaka í hesum
samstarvi. Vit gera tað eitt nú við í 2010 at átaka okkum part av danska
formansskapinum í Norðurlendska samstarvinum. Vit hava valt at seta sjóneykuna á
havið, millum annað við at skipa fyri altjóða ráðstevnu um evnið í Føroyum seinni í ár.
Vit vilja halda fram at menna møguleikar okkara í altjóða høpi við at knýta sambond,
skapa bestu marknaðaratgongd og vinna okkum nýggj fiskirættindi. Luttøka Føroya í
altjóða samfelagnum verður áhaldandi styrkt í samstarvi við onnur fyri at røkka
málinum um vaksandi vinnumøguleikar og øktan búskaparvøkstur. Vit skulu gerast eitt
land, sum dregur fólk og íløgur til sín.