Gott við armslongdar-frástøðu

Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum heldur í útgangsstøðinum, at tað er eitt gott hugskot at skilja umsitingina av føroysku ferðavinnuni frá restini av almennu umsitingini. Men vit skulu eisini læra av teimum keðiligu royndunum, vit hava av líknandi umskipanum, til dømis Posta, heldur hann

Ingolf S. Olsen

Aksel V. Johannesen, for­maður og vinnu­polit­isk­ur framsøgumaður hjá Javnaðarflokkinum, hev­ur ikki enn sæð upp­skot­ið hjá Johan Dahl, vinnu­mála­ráð­harra, um at umskipa al­menna Ferðaráðið, Visit Faroe Islands, til eitt al­ment partafelag, og tí hev­ur hann ikki hug at fara í smálutir.
- Men í útgangsstøðinum eri eg ikki negativur, tí hyggja vit at søguni, so er onki at ivast í, at Visit Faroe Islands hevði fingið tað betri, um tað var eina arms­longd frá politisku skipan­ini, sigur Aksel V. Johanne­sen.
Men heldur ikki hann ætlar bara at leggja seg sker­flatan, tá lógar­upp­skotið kemur í Løg­ting­ið, men vil hava allar iva­spurn­ing­ar væl og virðiliga við­gjørd­ar.

Annað endamál
- Í prinsippinum skal eitt partafelag hava sum enda­mál at vinna pening, men her er helst talan um eitt non-profit felag. Tí má tað fáa eina viðgerð, um tað er rætt at skipa hetta sum eitt partafelag, eisini í mun til partafelagslógina. Eg veit tó væl, at líknandi konstruksjónir eru gjørdar í nógvum øðrum londum, sig­ur javnaðarformaðurin.
Eisini hann er varin, tá tað snýr seg um av­mark­aðu atgongdina til innlit, sum ein parta­felags­kon­struk­sjón hevur við sær, og broytt starvs­fólka­viður­skifti.
- Vit sóðu tað millum annað við Posta, har starvs­fólkið knappliga ikki hevði somu rættindi, sum áðrenn stovn­urin varð umskipaður til alment partafelag. Slík viður­skifti skulu sjálvsagt tak­ast við í orðaskiftið, sig­ur Aksel V. Johannesen.