Góvu 25 bøtur á Sandoynni

Løgreglan gjørdi kanningar á Sandoynni í gjár

Løgreglan var í gjár á Sandoy, har teir kannaðu, um bilførarar og ferðafólk í bilunum sótu í trygdarbelti.

 

Ikki færri enn 25 bilførarar fingu bøtur.

 

Bøturnar vóru givnarr tí førararnir sjálvir ikki sótu í trygdarbelti og  eisini vóru nøkur klipp givin, tí børn, ið ikki sótu íbundin trygdarbelti.

 

Seinastu tíðina hevur løgreglan eisini verið í Suðuroy, har 500 bilar blivu kannaðir. Av teimum fingu 65 bilførarar bót, og av teimum fingu 15 bilførarar klipp í koyrikortið.