Gosið er nú nógv ógvusligari enn tað, sum byrjaði á Fimmvörðuhálsi í farna mánaði, og rivan er umleið tveir kilometrar long, sigur íslendska RUV. Hetta merkir, at ógvuslig yvirflóð er av brædda jøkulsísinum, og at áir floyma yvir á norðursíðuni.
Vegir og brýr verða mett at verða í vanda av vatnstreyminum, sum skolar yvir, millum annað nýggja brúgvin um ánna Markarfljót. Ein roynd er gjørd at leiða vatnstreymin aðrar vegir, til tess at bjarga brúm í økinum.
Umleið sjeyhundrað íslendingar í Fljótshlíð, Landeyjum og undir Eyjafjalli noyddust í nátt at rýma frá hús og heimi, orsakað av gosinum.
Dampur og øska standa upp í 22.000 føtra hædd yvir gosopinum, og eitt stórt øki yvir og kring gosopið er stongt fyri flogferðslu.
Hetta merkir, at tað í løtuni ikki er flúgvandi til Egilsstaðir ella Hornafjørð. Hetta stongda økið kann gjøgnum dagin verða víkað yvir til Noregs og enntá heilt til Russlands.
Atlantsflog skal eftir ætlan flúgva úr Vágum til Reykjavíkar klokkan 16, men sum skilst er henda flogferð enn als ikki ávirkað av flogforboðnum rundan um Eyjafjallajøkul.