Tey sum atkvøða um bestu starvsfólkagrýluna eru við í lutakastinum um ein flogferðaseðil frá Atlantic Airways
Leygardagin 21. februar eru allar grýlur ? bæði lítlar sum stórar ? vælkomnar í SMS til ein stuttligan dag. Tá skipar SMS nevnliga fyri stórum føstulávintstiltakið á Torginum og í húsinum annars. Eisini fara handlar í SMS at hava góð tilboð leygardagin. Frá kl. 10.00 bjóðar SMS eisini børnunum góðgæti frá Poul Hansen og Pop Top frá MBM.
Kl. 11.00 fara tey bæði Hannibal og systkinabarnið at undirhalda á pallinum, og tá plaga altíð mong børn at vera og hyggja at. Beint eftir sýningina, kunnu børnini gera bomm saman við teimum báðum á Torginum. Hannbal hevur hevur greitt okkum frá, at tey fara at gera fýra sløg av bommum, nevnliga við jarðberja- vanilju-, ananas- og hindberjasmakki. Børnini sleppa sjálvi at gera bommini, klippa tey og pakka tey í posar, sum tey síðan kunnu taka við sær heim.
Kl. 13.00 verður tunnusláttur fyri børn upp til 13 ár. Tey smærru børnini, upp til 6 ár, skulu sláa eini lítla tunnu, meðan tey eldru ? frá 7 til 13 ár ? sleppa at sláa eina størri tunnu. Kattakongarnir fáa vinningar.
Av tí at tað er føstulávint fara vit eisini at heiðra vakrastu grýlunum, og tað ræður um at nýta hugflogið, tí vakrastu grýlurnar fáa góðar vinningar frá SMS. Kl. 14.00 verða vakrastu grýlurnar kosnar. Ikki nóg mikið við tí, so skal vakrasta starvsfólkagrýlan eisini finnast, og til tað hevur SMS brúk fyri tykkara hjálp, tí tað eru tey vitjandi í SMS leygardagin, sum avgera, hvør starvsfólkagrýla er vakrast. Atkvøðuseðlar eru at fáa á Torginum leygardagin ella á heimasíðuni hjá SMS, www.sms.fo . Øll tey sum atkvøða um bestu starvsfólkagrýluna eru við í lutakastinum um ein flogferðaseðil frá Atlantic Airways.
SMS heilsar øllum, og boðar frá at tey gleða seg at síggja tykkum í SMS leygardagin 21. februar. ? Eisini tykkum, sum ikki eru klødd sum grýlur.
Skráin:
Kl. 10.00: Børnini fáa Pop Top frá MBM og góðgæti frá Poul Hansen Heilsølu á Torginum.
Kl. 11.00: Undirhald við Hannibal og systkinabarninum
Kl. 11.30: Børnini kunnu gera bomm saman við Hannibal og systkinabarninum á Torginum
Kl. 13.00: Tunnusláttur fyri børn upp til 13 ár. Børnini er býtt í tveir aldursbólkar: upp til 6 ár og børn millum 7-13 ár. Kattakongarnir fáa vinning
Kl. 14.00: Vakrastu grýlurnar verða kosnar og fáa vinningar frá SMS. Vakrasta starvsfólkagrýlan verður avdúka, og vinnarin av flogferðaseðlinum frá Atlantic Airways verður funnin.