Grønhøvdaoyggjar??

Føroyska stavraðið er ikki lykilin til vitan, men heldur til centripetala nalvaskoðan

Sunnudagin hevði útvarpsmaðurin áhugaverda samrøðu við Sjúrð Skaale um ABC’ið. Ógvuliga apropos visti tíðindamaðurin í sendingini eisini at siga, at burturblivna fraktskipið, sum russar leitaðu eftir, var funnið við Grønhøvdaoyggjar.

Síðani almenna føroyska stavraðið gjørdist kjølfestið undir stavsetingini, hevur tað í vaksandi mun verið ein trongi fyri skilvísari málrøkt, ein forðan fyri gerandisvitan og ein fótongul í altjóðagerðini. Stavraðið er vorðið gluggapynt hjá summum at tjóðskapa sær við.

Úrslitið er, at vit í mongum viðurskiftum eru endað í stavseting, sum fyri flestu gevur trupulleikar heldur enn møguleikar. Har føroyska stavraðið ikki er lykilin til vitan, men heldur til centripala nalvaskoðan.

 

Kaka og kaka

Tilgongdin við stavraðnum, har c,q,w,x og z eru lúkaðir burtur, hevur eisini sett fleiri lærugreinar í eina andsøgn. T.d. er burturav mest brúkti bókstavurin í støddfrøðini, stavurin x, burturbeindur. Sama er galdandi fyri hinar stavirnar, sum eru stuðlar undir ótaldum formlum í eitt nú alis- og evnafrøðini.

Í gerandismálinum finna vit C í c-vitaminum, calcium, lista C, c-dur, cif, .com, Celsius, á talvborðinum t.d. C4, cm, cl, cacao og í ótal av øðrum orðum.

Einki at siga til, at børn eru ørkymlað, tá tey í føðingardøgum nú drekka kaka og kaka verður serverað afturvið.

W er eisini allastaðni - t.d. wc, www., watt, WHO, WTO, Wien, wisky, Windows o.s.fr.

Eisini eru aldargomul fólkanøvn troðkað út í myrkrið. Nøvn sum Christina, Victor, William, Zakarias o.o. hava livað í eini oyðimarkargongd farnu tvey ártíggini. Somuleiðis kunnu eftirnøvnini Breckmann, Carlsen, Christiansen, Clementsen, Jacobsen, Michelsen, Niclasen, Wang, Wardum, Weihe, Wilhelmsen, Winther, Zachariassen, Ziska og mong onnur kenna seg uttan fyri góða alfabetiska selskapið.

 

Trongi fyri vitan

Partvíst hevur almenni Skúlabókagrunnurin gingið undan í politikkinum. Hetta er serstakliga sjónligt í Heimsatlasinum, sum varð útgivið í 1993.

Henda bók, sum eigur at vera gluggin út í heim hjá leikum sum lærdum, er ístaðin vorðin ein trongi fyri vitan og lærdómi.

Í atlasinum er soldað í bókstavunum í ólukkumát. Í reinskanini eru staðarnøvn broytt og onnur hava mist sín upprunatýdning.

 

Nú eitur tað ikki longur Schweiz men Sveis, Sicilia eitur Sikiloy, Chad - Kjad, Scillyoyggjarnar - Sillingaroyggjar, Chile - Kili, New Zealand - Nýsæland, Zaire – Sair, Zimbabwe - Simbabvi, Mozambique – Mosambik, Cape Town - Høvdastaður. Ja, dømini eru ótald.

 

Har ein skriðan er lopin...., soleiðis eisini í atlasinum. Í málsligum ovfarakæti leyp ketan púrasta av.

Danmark eitur nú Danmørk, Hebridurnar - Suðuroyggjar, Bornholm - Burgundarhólmur, Sjælland - Sæland, Thailand - Teiland o.s.fr.

 

Hálvoyggj er broytt til nes, hóast heitini í landafrøðiligu terminilogiini umboða hvør sítt. Vit hava Eystnes, Tinganes og nú eisini Kolanesið (á stødd við Ísland?!) og so er ÚF farið at siga Koreanesið, sum er útvið ¼ mio km2 ?!

Harafturat er a skift út við á, o við ó, y við ý og u við v. Hví skal tað eita Ásia, Arábia, Róm, Kýpros, Jerúsalem, Makedónia, Avstralia o.s.fr.?

Kann tað hava nakað við íslendsku stavsetingina at gera? Spurningurin er sjálvsagdur, tí nú eita Vestmannaoyggjarnar Vestmannaeyar í atlasinum!

 

Og miðlarnir eru farnir uppaftur longri. Í ÚF verður vanliga sagt, at okkurt er áfatt í Spaniu, Albaniu, Australiu o.s.fr. Tað eitur Spania, Albania, Australia. Hvør er tann logiska frágreiðingin?

 

Toskarhøvdi

Øll hesi konstrueraði nýyrði, frá gerandishugtøkum til staðarnøvn, har upprunin tykist at vera at sleppa av við partar av latínska alfabetinum, tarna smidligari innlæring, eru ein fótongul í leitingini á internetinum og forðan fyri optimalari fatan av tíðindum, sum áhaldandi floyma úr alheiminum umvegis elektronisku miðlarnar.

 

Onkur hevði á munni, at hetta bert er byrjanin. Tá t.d. atlasið verður endurprentað, hava flestu staðarnøvn aftur verið í tváttinum og koma tá undan kavi sum púra óspilt føroysk orð.

Útvarpsmaðurin las Grønhøvdaoyggjar fyri Cap Verde. Skulu vit so í næstum vænta, at tá okkurt verður á vási við Cape Cod, at tíðindamaðurin fer at beríka okkum við heitnum Toskarhøvdi? Livst so spyrst.

Onkur heldur at hetta er skemt, men tað er tíverri ikki so. Hetta eru Føroyar anno 2009.