Grønland kann ikki bíða eftir avtalum um veðurlagið

-Grønlendingar hava ikki tíð til at bíða eftir altjóða reglum um at verja veðurlagið

-Tær nýggju fylgisveinamyndirnar sannføra meg um, at tað er ómetaliga týdningarmikið at fáa eina altjóða avtalu um at verja veðurlagið, og at USA og Kina eru við, sigur danski umhvørvismálaráðharrin, Connie Hedegaard, nú nýggjar myndir vísa, at ísurin við Norðpólin minkar so skjótt sum ongantíð fyrr.

 

Men grønlendingar hava ikki tíð at bíða eftir, at altjóða samfelagið finnur eina semju.

 

-Vit hava ikki stundir til at bíða eftir altjóða reglum. Hvørt land má gera sítt. Altjóða trýst er gott, men tað er ikki nóg mikið, sigur Arkalo Abelsen, landsstýrismaður, við grønlendska útvarpið. Hann sigur tað vera umráðandi at forða fyri, at lond seta seg at bíða eftir hvørt øðrum.

 

-Vit mugu játta meiri pengar til varandi orku, so súrevnisútlátið minkar sum skjótast, og tey ríku lkondini, sum hava ráð til at avmarka sítt útlát, eiga ikki at fjala seg aftan fyri altjóða avtalur.

 

Arkalo Abelsen sigur, at grønlendska heimastýrið ætlar at gera umhvørvispolitikkin meiri sjónligan og er í løtuni í ferð við at gera umhvørvisreglur fyri kommunur og stovnar.