Floksleiðarar í Grønlandi hava tosað saman um, hvussu Grønland skal lata upp aftur, eftir at landið hevur verið afturlatið síðan hin 20. mars. Avmarkingarnar, sum hava verið og framvegis eru galdandi, halda fyribils fram til hin 31. mai.
Sambært Sermitsiaq er ætlanin hjá grønlendska landsstýrisformanninum, Kim Kielsen, at hava tíðindafund í morgin, mánadagin hin 25. mai, klokkan 09. Her skal hann saman við øðrum greiða frá, hvussu ætlanin er, at Grønland skal lata uppaftur.
Sum skilst, varð spurningurin um uppafturlating umrøddur í politisku skipanini seinasta mikudag, og her hava uppskot verið frammi um, hvat fyrsta stig í uppafturlatingini skal verða. Sum skilst, er ætlanin at lata landið upp aftur í trimum.
- Vit leggja til rættis eina ætlan, sum verjir borgararnar, men sum samstundis tekur hædd fyri neyðugu uppafturlatingini av vinnulívinum.. Vit halda, at ætlanin, sum vit fara at leggja fram í morgin, er ábyrgdarfull fyri grønlendska fólkið, siga tey í politisku skipanini.
Grønland ynskir at standa saman um felags fíggindan, sum er korona-smittan. Nú verður so byrjað at lata landið upp aftur, men enn er einki sagt um, hvussu uppafturlatingin verður skipað - annað enn, at hetta verður gjørt í trimum stigum.
Í Svalbardpostinum lesa vit, at Svalbard letur upp aftur fyri norskum ferðafólki frá 1. juni at rokna, og í Longyearbýnum eru tey longu farin at gleða seg til, at matstovur og hotel kunnu lata uppaftur, tá kravið um sóttarhald við innkomu verður avtikið.