Grønland nummar tvey á evropeiskum drápslista

Grønlendingar vóru sum vera mann skelkaðir, tá ein maður fyri stuttum myrdi trý fólk, teirra millum eina átta ára gamla gentu, og særdi tvey onnur. Men hagtølini vísa, at dráp eru munandi meiri vanlig í Grønlandi enn í flestu øðrum londum

Í oktober í fjør kunngjørdi ST-skrivstovan United Nations Office on Drugs and Crime eina frágreiðing, sum millum annað hevur eitt yvirlit yvir, hvussu nógv fólk verða myrd í teimum einstøku londunum. Verða tølini fyri Evropa sett fyri seg, liggur Grønland heilt uppi á 2. plássi. Bara Russland er omanfyri.

Samanbera vit Grønland við Danmark, sæst, at tað eru næstan 11 ferðir so mong dráp í Grønlandi sum í Danmark fyri hvørji 100.000 fólk. Tað ger, at Grønland liggur í hølunum á Russlandi og asiatiska landinum Myanmar.

Annars bendi okkurt á, at Grønland var á veg niður eftir drápsyvirlitinum. Í fleiri ár hava millum átta og níggju dráp verið í Grønlandi, men í fjør var bara eitt. Men sorgarleikurin fyrr í ár kann gera, at gongdin vendir aftur.

Annars vísir ST-frágreiðingin, at støðugt færri fólk verða myrd, og at hendan gongdin hevur staðið við síðani 1995.