Grønland og Ísland menna handilssambandið

Fyrr í vikuni skrivaðu grønlendingar og íslendingar undir ein sáttmála, sum hevur til endamáls at menna samhandilin landanna millum

Partarnir hava ikki sett sær nakað ávíst mál, men Bent Sørensen, sum er ráðgevi hjá grønlendska arbeiðsgevarafelagnum, væntar, at bæði fyritøkur og einstaklingar fara síggja fyrimunirnar við einum styrktum samhandli og samstarvi millum grannalondini bæði. Hann ivast ikki í, at báðir partar kunnu fáa gagn av vitan og førleika hjá hvør øðrum.

Bent Sørensen sigur við grønlendska kringvarpið, at grønlendingar og íslendingar hava samstarvað væl í nógv ár, og at tíðin nú var búgvin til at styrkja samstarvið enn meiri ígjøgnum eitt grønlendskt-íslendskt handilskamar.

-Ísland hevur drúgvar royndir á handilspallinum. Hetta er tað 10. handilskamarið hjá íslendingum, og tí koma vit upp í eitt kervi av londum, sum vit ikki samstarva so nógv við frammanundan, sigur Bent Sørensen og nevnir millum annað Týskland, Noreg, Danmark og Føroyar sum lond, ið íslendingar hava tætt samstarv við. Hann vísir eisini á, at tað nýggja samstarvið kann koma Grønlandi til góðar innan eitt nú útbúgving og stórar vinnuverkætlanir.