Grønland á vegamóti

Í hesum døgum verður hildið 25 ára hátíðarhald fyri grønlendsku heimastýrisskipanini. Grønland var sum kunnugt eitt danskt hjáland heilt til 1953, tá landið varð innlimað í danska kongsríkið. Tað eru sum vera man ymsar meiningar um hesa avgerð. Hóast ST góðkendi avgerðina, so hava atfinningarsamar røddir verið frammi, tí hetta hendi júst í eini tíð, har hjálandaveldini mistu síni hjálond. Endamálið við at avtaka hjálandastøðu Grønlands var javnstøða millum ríkispartarnar og síðan við støði í hesum at menna Grønland, sum var tilafturskomið, til eitt nútímans samfelag.

Hesin politikkur eydnaðist ikki væl. Miðsavning, samfelagsbroytingar, miseydnaður útbúgvingarpolitikkur, miseydnaður vinnulívspolitikkur og miseydnaður almanna- og heilsupolititkkur var úrslitið. Atfinningarnar trutu ikki og misnøgdin í Grønlandi var stór. Danskar stjórnir máttu tískil taka annað skinn um bak og í 1979 kom so ein heimastýrisskipan, sum minnir nógv um ta føroysku skipanina. Nú hevur skipanin so virkað í fjórðingsøld og ymsar eru meiningarnar um hesa skipan. Semja er tó í Grønlandi um, at skipanin skal broytast. Ein sjálvstýrisnevnd hevur tilevnað eitt sera áhugavert uppskot til eina nýggja stjórnarskipan við nógv meira sjálvsræði, enn talan er um í dag. Í Grønlandi er rættiliga breiða semja um uppskotið, eins og breið semja er um at varðveita blokkstuðulin í framtíðini.

Sum nevnt eru metingarnar ymiskar, hvussu gingist hevur. Tey, sum finnast at, siga at danir framvegis ráða, tí teir sita við øllum teimum týðandi størvunum. Eisini verður funnist at valdi USA's í Grønlandi. Hinvegin eiga vit at meta hesi 25 árini út frá byrjanarstøðinum. Gera vit tað, er Grønland komið langt í framburði og menning. Grønlendsku politikkararnir eru við at fáa tamarhald á trupulleikunum. Eitt nýtt, ungt og vælútbúgvið ættarlið av grønlendingum tekur so líðandi yvir í leiðandi størvum innan fyrisiting og vinnulív. Tað gongur rætta vegin, og Grønland nýtir vaksandi virðing víða hvar serstakliga millum heimsins upprunatjóðir, har Grønland er á odda til tess at tryggja mannarættindini og sømilig kor. Tey næst 25 árini vera avgerandi fyri lagnu Grønlands. Alt bendir á, at nýggja ættarliðið fer at megnað at føra Grønland fram í fremstu røð millum heimsins tjóðir. Landið er ríkt, mentanin sterk og blómandi, fólkið er ungt og gerst alt betur útbúgvið til at menna land og fólk. Føroyingar og grønlendingar hava samstarvað væl í heila øld. Vit ynskja grønlendsku tjóðini tillukku og ynska bjarta framtíð fyri hesa tjóð, samstundis sum vit vóna, at samstarvið millum brøðratjóðirnar fer at halda fram og mennast í framtíðini.
Sosialurin