Grønlandstíðindi frá Kára

Vit hava frætt frá okkara manni í Grønlandi, Kára við Stein. Hann greiðir dag fyri dag frá frá fiskivinnutíðindum

 

2. juli

 

Í dag eru + 5 stig og tokubankar. Akamalik kom inn at landa í morgun. Teir hava fulla last, gott 520 tons, inni. Teir hava roynt í 12 dagar.

Polar Amaroq er somuleiðis inni í Nuuk og landar, og Qaqatsiaq skuldi eisini koma inn í dag at landa.

Annars var Kappin inni í Nuuk í farnu viku og landadi botngarnstosk. Teir høvdu um 300 tons inni.

Sagt verður, at fiskiskapurin er minkadur inni í fjørðinum, men nakað er at fáa longri úti. Kappin liggur í munnanum av Kapisiligtfjørðinum fyri tíðina.

 

3. juli

 

Í dag er stilli og tokubankar + 4,8 stig. Akamalik loysti í morgun til nýggjan túr. Tað kann ikki sigast annað enn, at tað hevur gingið heilt einastandandi við landingunum her í Sisimiut. Bátarnir hava ligið um eitt døgn inni og so nýggjan túr

 

5. juli

 

Í dag eru +3,3 stig og greytasvart í toku. Í morgun kom ein gamal kenningur inn at landa tosk. Tað var fyrrverandi Suðurvarði, sum eitur Cristian Hoy. Teir høvdu knapt 170 tons inni, sum teir hava tikið ímóti frá smábátunum. Tað mesta av lastini var fingið suðuri vid Pamiut, og her um okkara leiðir vóru um 50 tons komin í lastina.

 

Skiparin Jakob Eivindson segdi, at tað var bara smáur fiskur, sum var tikið her um okkara leiðir. Teir fóru ikki inn aftur her at taka ímóti fiski, men skuldu suður eftir at taka ímóti, men hvat hann skuldi taka ímóti, visti hann ikki at siga frá.

 

6. juli

 

Í dag +4,1 stig og greytasvart í toku. Polar Natarnaq kom inn at landa í morgun. Skipið var so at siga fult, um 180 tons. Teir loystu longu aftur í kvøld til nýggjan túr.

 

9. juli

 

Í dag eru + 6 stig og stilli. Louisa L er inni í Manitsoq og landar jákupskel, og Regina C skal eisini landa har seinnapartin. Teir hava fiskað í níggju samdøgur og skipið er fult. Teir hava fingið 60 tons í lastina um samdøgrið. Russarin, sum tekur ímóti toski, kom inn at landa í morgun her í Sisimiut. Teir hava fulla last inni. Hettta er fjórðu ferð, russar landa. Nanoq Trawl kom inn til Nuuk at landa í morgun, teir hava fulla last inni .

 

10. juli

 

Í dag eru + 6,7 stig og stilli. Tarsermiut kom inn at landa í morgun. Teir høvdu knapt 300 tons inni eftir níggju døgum. Teir royna bert vid einum troli. Natarnaq er inni í Nuuk og landar í dag.

 

11. juli

Í dag eru + 8 stig og stilli. Tasermiut loysti til nýggjan túr í morgun. Ocean Tiger kom inn at landa í morgun. Teir hava gott 300 tons inni. Teir rokna við at loysa um kl 2300 í kvøld.

 

12. juli

 

Í dag eru + 8,5 stig og blikalogn. Sólin bakar. Akamalik kom inn at landa í morgun. Teir hava knapt 500 tons inni, og teir hava sett siglitíðina til kl 0600 í morgin.

 

16. juli

 

Í dag eru +6,6 stig og stilli. Polar Natarnaq kom inn at landa í morgun. Har var um at vera fult skip. Seinnapartin kom Polar Amaroq inn at landa. Teir hava fulla last, men teir sleppa ikki til at landa fyrr enn í morgin árla. Fyrst skulla teir flyta í nátt. Teir liggja við Skonnartkajuni. Har liggja teir í vegin fyri einum atlantskipi, sum skal koma í nátt. Tað er eitt moderna skip við bógskrúu, so har skuldi onki verið til hindurs fyri at lagt at kajuni. Vit skriva ár 2007, men tað er einki broytt síðani 1971 við kajplássi. Ein stór skomm. Her koma so nógvir trolarir at landa. Tað sær út sum, at okkara politikkarar einki vita um, hvat ið gongur fyrir seg.

Sum eg altíð havi sagt, skuldi Grønland ikki verið farið út úr EU. Um hetta ikki var hent, høvdu vit haft eina fína havn og veg inn til til flogvøllin á Streymfjørðinum. Tað eri er vísur í. Nú eru teir so farnir at leggja seg á knæ fyri EU at biða um olmussu, men EU vil hava fisk í býti. Tað sigur seg sjálvt: Ikke bare nyde, men også yde.

 

17. juli

 

Í dag eru + 6,8 stig, stilli og av allar besta veðri. Polar Amaroq loysti í morgun kl 0600 til nýggjan túr, og á middegi kom Regina C inn vid fullari last um 540 tons. Her hava verið stórir trupulleikar at útvega nóg mikið av frystibingjum, og tað hevur verið so at siga hvørt ár. Eitt farmaskip kom við nøkrum bingjum, so Regina C kundi sleppa av við sínar rækjur.

 

18. juli

 

Í dag eru + 5,1 stig og stilli. Regina C loysti kl 1130 í dag til nýggjan túr. Tað tók 22 tímar at landa Reginu C, óført arbeiði . Skeljabáturin Anna Kiil kom inn at landa í morgun. Teir løgdu 23 tons upp í dag eftir at hava verið úti knappar 40 dagar. Louisa L er komin inn vid smábrekum. Frystitunnellin klárar ikki at fylgja við, so størri blásarar verða ísettir í dag. So skulla teir út at royna, um tað fer at hjálpa.

 

19. juli

 

Í dag eru + 6,1 stig og stilli. Qaqqatsiaq er inni í Nuuk og landar. Sum skilst hava teir fulla last. Í morgin kemur Akamalik inn at millumlanda, og sunnudagin kemur Natarnaq inn at landa og skifta manning.

 

23. juli

 

Í dag er blika logn og + 7,8 stig. Í morgun kom russarin, sum tekur ímóti toski frá botngarnsbátunum. Teir høvdu um 200 tons inni. Eg sá onga karton, sum var merkt annað enn 0600-1000 gramm. Tað er væl at merkja uttan høvd. Hetta merkir at fiskurin er sera smáur. Sum skilst er minni at fáa fyri tíðina.

Polar Nagtoralik kom inn at landa. Teir hava 530 tons inni. Vegna tørvin á byngjum, er eitt frystiskip komið, tað eitur Green Bergen og er úr Naasau. Teir kunna taka um 3000 tons av frystum. Tað er eitt sirkus, sum gongur fyri seg í havnini í Sisimiut. Vit eru komin aftur í 70-árini. Polar Nagtoralik liggur uttaná frystiskipinum, har rækjunar vera lossaðar umborð á frystiskipið. Fyrst skulu rækjurnar í land at bjálvast af hasari filmmaskinuni. Síðani umborð á frystiskipið. So verður bara landað úr afturlastini. Hetta komst av, at teir skuldu taka rækjur úr frystarínum úr landi at koyra umborð samstundis.

 

24. juli

 

Í dag eru + 6,2 stig. Í dag býttu skipini pláss, so at Polar Nagtoralik kundi bunkra samstundis, sum landað var.

Polar Nagtoralik loysti kl 0300 í nátt nýggjan túr, og hann var ikki meira enn leysur, so kom Nanoq Trawl inn at millumlanda eini 150 tons. Teir skulla landa í Nuuk tann 30 juli. Tasermiut er inni í Nuuk og landar í dag .

 

25. juli

 

Í dag eru + 4,1 stig, eitt lot av eystri og oysregn. Nanoq Trawl loysti aftur í dag kl 1500. Markus er í Nuuk og landar, og hann skiftir eisini fólk.

 

26. juli

 

Í dag + 2,6 stig og oysregn av tí allar ringasta. Polar Natarnaq kom inn at landa í morgun. Teir hava fulla last inni, og teir loysa aftur í kvøld nýggjan túr.