23. mars
Í dag eru + 4 stig. Tað er 1. páskadagur. Gleðiligar páskir, tit øll somul, betri seint enn ongantíð.
Í dag oysregnar, tað byrjaði síðstu nátt. Um hetta merkir, at várið er í nánd, er ilt at siga. Eg havi fóðrað smáfuglar allan vetur. Tað er tvey sløg, sum hava verið her í vetur, men fyri 14 døgum síðani kom tann fyrsti kavaspurvi at eta frá mær, og síðani eru komnir nógvir afturat.
Kavaspurvarnir eru einir 15-20 í tali. Eftir hvat teir gomlu søgdu, skuldi tað farið at vára, tá ið kavaspurvurin kemur aftur. Vit fáa at síggja, um tað er rætt. Rætt hava teir gomlu haft við hasum kavafonnunum, sum eg fyrr havi nevnt, og sum svunnu í summar. Tá skuldi tað blíva ein harður vetur. Tað kann ikki sigast annað, enn at har hava teir havt rætt. 38 kuldastig og stórkava. Tað er tað, sum vit hava haft her hjá okkum í vetur.
Nú kann eg endiliga byrja at festa nakrar reglur niður. Eg havi verið í teirri støðu, at alt, sum eg hevði inni á míni átta mánaðar gomlu teldu míni, er slettað. So eg eri byrjadur heilt frá botni aftur. Tit mugu halda meg til góðar, at onki er komið í blaðið áðrenn páskir.
Lómur kom inn til Nuuk týsdagin fyri páskir at landa. Teir høvdu um 80 tons. Teir skifta eisini fólk nú. Regina C var eisini í Nuuk og landadi, og hann skifti fólk.
Í dag fekk eg eina heilsan frá kanadiaranum Atlantic Enterprise. Teir hava fiskað í 16 dagar og høvdu 600 tons inni. Teir royna tveir dagar afturat, so skulla teir inn at landa. Skiparin fortelur, at hjá teimun eru ísviðurskiftini við at batna.
25. mars
Í dag blikalogn og -2 stig. So helt regnið uppat hesaferð. Natarnaq kom inn í gjárkvøldi, men teir byrjaðu ikki at landa fyrrenn í morgun. Har er alt fult, sum fyllast kann hjá teimun. Meiningin er, at teir skulla sigla í morgin tíðliga. Polar Amaroq er inni í Nuuk og landar í dag. Í morgin 26. mars skal Markus landa í Nuuk og Steffen C í Manitsoq. Hvat teir hava inni, veit eg ikki.
27. mars
Í dag – eru 5 stig og stilli. Akamalik kom inn at landa í morgun. Teir hava um 480 tons inni. Regina C kom inn í morgun at skifta onkran mann. Teir høvdu fiskað í seks samdøgur og høvdu 265 tons inni.
28. mars
Í dag er – 7 stig lot av norði. Akamalik loysti um døgurðatíð í dag. Teir vóru útlossaðir og sigliklárir kl 0500 i morgun
29. mars
Í dag er frætt er frá Sisimiut, sum roynir í Barentshavinum, at teir fara at sigla heim í morgin. Teir skulla landa í Føroyum, og síðani fara teir til Eysturgrønlands at royna. Teir eiga nakað eftir av kvotuni í Barentshavinum Hana fara teir eftir seinni.
Deyðasjúkur vinur
Eg havi kent ein eldri mann, síðani eg kom til Sisimiut. Í alt fjør, tá ið vit møttust á kajuni, segði eg við hann, at mær dámdi illa útsjóndina á honum. Hann var farin so nógv aftur. Hann segði, at hann hevði tað gott. Í vár kom ein sonur hjá honum og segði, at pápi hansara var sendur á sjúkrahús í Nuuk. Ein dagin ringdi kona mín, sum arbeiðir á Sjúkrahúsinum her. Hon hevði eina heilsu til mín frá hesum gamla manni. Hann hevði sagt við konuna, at eg skuldi kom út á sjúkrahúsið at tosa við seg. Eg fór so beinavegin út til hann, har lá hann á songini. Eg tók í hondina á honum og heilsaði uppá hann. Hann vildi ikki sleppa mínari hond. Eg spyrji hann, hvussu stendur til. Hann sigur við meg, at tað stendur illa til. Allur magin er oyðilagdur av krabbameini. Hann segði seg ikki hava leingi eftir. Tað var sum at fáa framman á hjá mær. Men tað, sum eg haldi vera ógvuliga flott av hasum manni var at fortelja mær, hvussu tað stóð til. Hann verður 86 ár síðst í mai. Hann er komin heim til sín sjálvan at búgva.
Eg kom framvið, har sum hann býr, nú um dagarnar. Hann sá meg, bukaði á vindeyga og bað meg koma inn. Eg drakk ein kop av kaffi inni hjá honum. Vit prátaðu um leyst og fast og grinu nógv saman. So spurdi eg, um hann kundi fortelja mær um henda kavan vit hava fingið. Bæði hann og kona hansara søgdu, at tað mundi vera líka nógvur kavi í 60-unum.