Grønlandstíðindi: Nógv jákupsskel at fáa

Kári við Stein er væl umtóktur av føroyskum fiskimonnum í Grønlandi, eisini takkað verið hansara áhugaverdu tíðindi í Sosialinum. Teir syrgja fyri, at Kári ikki manglar føroyskan mat. Her eru hansara seinastu tíðindi

19. oktober
Steffen C er í Nuuk og landar. Har er alt fult hjá teimum. Polar Amaroq er í Aasiat og landar í dag eisini.

22. oktober
Akamalik kom inn at landa og skifta fólk í dag. Teir høvdu verið úti í eina viku. Teir loystu kl. 18 í kvøld.
Ein óførur dagur hjá mær. Har vóru menn, sum høvdu 10 nátungar við til mín, og fóru teir í laka. Eg fekk eisini ein posa av turrum fiski úr Barentshavinum og tvey stykkir av spiki. Tað er gott at havi vinir, tað kann eg siga. Og ikki at forgloyma teir á Markus. Frá teimum kom ein ógvuliga penur veðrahálsur, sum hevði gingið í eini skor í Fugloy og so fýra nátar. Eg eri forsýnaður til næstu nátatíð. Stóra tøkk til tykkum, sum sleipa til mín.

23. oktober
Í dag kom skeljabáturin Sonja Kiil II inn at landa.Teir høvdu 20 tons av jákupskel. Hetta vóru stórar skeljar. Tað ganga 32-40 til kilo við rognum. Teir hava verið úti í 30 dagar. 13 fólk eru við nú. Tað plagar at vera um 20 fólk. Prísurin, sum er lágur enn fyri skeljar, liggur um 64 kr fyri kilo. Pilkarnir fáa 16 kr fyri at pilka (hola) 1 kilo av skeljum.
Lómur kom inn til Illulisat við 125 tonsum í morgun, og Polar Natarnaq var inni í Aasiat og landaði næstan fulla last.

26. oktober
Sisimiut kom inn at landa tað síðsta av kvotuni á tí norðara feltinum, gott 250 tons. Teir skiftu fólk samstundis. Teir loystu um kl 19, og so legði Natarnaq at við fullari last.
Kanadiarin Oujukuaq, sum roynir við gørnum eftir svartkalva, kom inn at landa í morgun. Teir hava 110 tons inni. Teir greiddu frá, at svartkalvin var minni í ár í stødd, og teir royndu heilt niðri á 1000 m sjógvi. Teir skulla gevast nú. Teir hava 250 gørn standandi. Tey skulla dragast, áðrenn farið verður til hús.

27. oktober
Polar Princessan var inni í Aasiat og legði gott 100 tons upp av svartkalva. Nú skuldu teir fara at royna eftir teirri sunnaru kvotuni.

28. oktober
Qaqqatsiaq er inni í Manitsoq og landar. Har er so at siga alt fult hjá teimun. So hendi tað undrið, at Polar Princessan sendi Mob-bátin inn eftir onkrum deili. Teir høvdu við eina forskotna jólagávu til mín. Ein heilan posa av røstum fiski fekk eg frá teimum. Túsund takk fyri tit har umborð. Veturin er enn einaferð bjargaður.

29. oktober
Polar Qaasiut kom inn í morgun at landa. Teir hava gott 340 tons inni. Lómur kom til Illulisat við 130 tonsum í morgun. Tað sama gjørdi Polar Natoralik. Teir komu til Nuuk at landa knapt 500 tons.