Sunnukvøldið verður á fyrsta sinni send sendingin ?Lindin ? eisini fyri grønlendingar?. Hetta er ein sending á grønlendskum, fyri grønlendingar og um Grønland, við grønlenskum sálmum og sangum.
Vertir í sendingini eru Cecilia Poulsen og Mari í Løðuni. Tær hava í eina tíð hugsað um henda møguleikan, og tá tær so settu seg í samband við leiðsluna í Lindini, var leyst og liðugt beinanvegin.
Umframt hesar sendingarnar hevur Lindin eisini havt sendingar á enskum máli. Nú kemur so grønlendskt uppí sunnudagin.
Sendingin fer av bakkastokki kl. 19:30 sunnukvøldið og verður endursend fríggjadagin aftaná kl. 17. Ætlanin er at hava sendingina 14. hvønn dag, men fram móti jólum verður hon send hvørja viku.