Grønlendingar heldur enn føroyingar

Henrik Old, Løgtingsmaður

Henrik Old, Løgtingsmaður
.-------------

Nú Fiskimálaráðið, eftir drúgva við­gerð, ikki vil loyva før­oyskum skipi at gera eina roynd eftir makreli í Irmi­ngarhavinum, er grund­gevingin tann, at ein slík roynd vil skaða før­oysk áhugamál í makrel­fiski­skapinum í føroyskum sjógvi.
Haldi ikki at hettar mál eigur at gerast ein floks­polit­isk kastibløka, og er mín hugsan um hettar mál, meira av fiskivinnuáhuga heldur enn politiskum áhuga, ella ein blanding av báðum.
Sjálvandi hevur ongantíð verið meiningin, at allur makrel­flotin skuldi í Irm­ingar­havið, og tað kundi Fiski­málaráðið sjálvt sett treyt­ir um.
Vil man ikki verða fyrstur í nýggj­um fiskiskapi, so má tað tíða, at ein avskrivar sær rættindi í altjóða sjógvi.
Fyri fáum árum síðan komu dagliga tíðindaskriv úr táverandi Uttanríkisráðnum um, at føroysk skip høvdu vunnu sær søgulig rættindi í Stillahavinum, og var hettar rokna sum eitt stórt framstig. Ì Fiskimálaráðnum er eftir øllum at døma tað øvugta gald­andi.
Landstýrismaðurin sigur at Havstovan hevur fríðar hendur at gera tær royndir hon vil, og er tað heilt ok. Men fær Havstovan at vita úr Fiskimálaráðnum, at hon skaðar føroysk áhugamál, so fer hon sjálvandi ikki at gera nakra roynd.
Løgið um Havstovan ikki av sínum eintingum, vildi vita eitt sindur meir um makrel sum er so óvanliga langt vesturi.
Norska Havforsknings­insti­tuttet sigur á sínu heima­síðu, www.imr.no at "makrellen er en hurtig svøm­mende, pelagisk stimfisk som kan vandre over store om­­ráder". Harumframt vísa teir á, at tað eisini er makrelur á eystursíðuni á USA, "men ingenting tyder på at det er forbindelse eller ut­veksling´på tværs av At­lanter­havet". Hettar mátti verði upplagt hjá Havstovuni at verði fyrstur at kanna.
Harumframt hevði ICES, við síni stovnsmeting av makrel­stovninum fingið nak­að at hugsa um.
Tað skal vera løgið um Grø­n­lendingar ikki taka kjansin, og gera royndina fyri okkum. So kunnu vit pástanda, at vit vistu um hendan fisk, men vildu ikki fiska hann. At tað skal telja til okkara fyrimun, at grønlendingar finna makrel eystan fyri Grønland, har føroyingar kundu havt fiska í 14 dagar, havi eg trup­ult við at skilja.
Høvdu føroyingar boða frá nógv­um makreli eystan fyri Grønland, so hevði tað fullkomiliga sligið bein­ini undan norska og írska pá­standinum um, at allur makrel­ur hoyrir teimum til.
Tá ið nú langt um longi, at eitt NEI er komið úr Fiskimálaráðnum, má sigast sum maðurin segði, at hettar var, "Et forgeves træk". Vón­andi verða tað ikki fleiri av hesum slagnum.