Tá ið mentanar festivalurin í Keypmannahavn Golden Days, sum hevur 50ini sum tema fer av bakkastokki í komandi viku, verður eitt nú sett fokus á Grønland í 50unum.
Her verður eitt nú kjak, filmframsýningar og fyrilestrar um evni, og verður tað alt á Norðuratlants Bryggju.
Mikudagin klokkan 20.00 verður evni Grønland og sjálvstýrið. Her fara grønlendskir politikarar, og fakfólk á økinum, at kjakast um evni, sum byrjaði í 50unum, og framvegis er aktuelt.
Leygardagin klokkan 15.00 verður ein dokumentarfilmur við heitinum Hvor bjergene sejler sýndur. Filmurin er frá 1955. Eftir hetta fer søgufrøðingurin Jens Heinrich at tosa um
vælferðarætlanirnar í 50unum.
Fleiri onnur tiltøk vera í hesum sambandi á Norðuratlants Bryggju. Les meira um festivalin á bryggen.dk.