Fagnaðurin var øgiligur, tá floytan í høllini á Hálsi ljóðaði fyri seinastu ferð. Kyndilskvinnurnar vóru á gáttini til at missa FM-gullið á gólvið, tá VÍF við fimm málum á rað hevði vent næstu FM-finaluni á høvdið. Men tær grønu reistust aftur, og við rimmar endaspurti fingu tær gullið undir land.
Breiddin avgerandi
Í fyrru finaluni, sum varð spæld í Vestmanna skírisdag, hevði Kyndil eina løtu sópað allan iva til viks, men brádliga gjørdist talana um ein serstakliga spennandi hondbóltsdyst.
Við eini stórskjótandi Simonu Petersen á odda buldraði Kyndil avstað, og longu í steðginum tóktist tað mesta vera avgjørt. Fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki eydnaðist tó bara at skjóta tvey mál, og VÍF minkaði munin niður í eitt, tá tær gulu brádliga mistu takið. Innan hálvan minutt hevði Kyndil revsað tvey óneyðug bólttap hjá teimum gulu, og so kom sigurin ongan tíð av álvara í vanda.
Seinna finalan í Havn gjørdist ein veruligur klassikari. Ikki endiliga, tí hondbóltsspælið var somikið gott. Men í 60 minuttir sóu áskoðararnir tvey lið, har hvør tann einasti spælarin stríddist av øllum alvi fyri stóra málinum.
Verjurnar stóu stinnar sum kletturin, og tað var mest sum ógjørligt hjá skjúttunum á liðunum báðum at koma framat. Kyndil helt seg eitt lítið vet frammanfyri, tá tær høvdu vengur, ið dugdu at skora, meðan tað hjá VÍF einans var Liljan Djurhuus, sum tað glógvaði í eina løtu.
Tað var sermerkt, at VÍF næstan ikki skifti út, og eftir steðgin tóktist tað verða munurin, at Kyndil í størri mun kundi spara upp á kreftirnar hjá einstøku spælarunum. Og tá tær høvdu vunnið seg upp á 8-5, var trupult at síggja nakran veg aftur hjá VÍF.
Í Sóley Hórará áttu tær gulu tó ein trumf eftir. Tað eru kanska meira enn 10 ár síðani, at Sóley varð kosin besti spælarin í landinum, men hóast orkan ikki longur er til 60 minuttir, so eru hondbóltsevnini eyðsýnd. Hon bæði skoraði og spældi upp, og bara 10 minuttir fyri leiklok var tað nú VÍF, sum hevði dystin í seinum hondum.
Seinastu 10 minuttirnir prógvaðu tó aftur, at orkan ikki rakk hjá VÍF. Tvær útvísingar trektu seinastu tenninar úr liðnum. Simona Petersen, sum annars hevði skotið alt ov nógv til fánýtis, fekk brádliga pláss til at knalla tveir bóltar inn, og tá Bjarta Johansen og Ásleyg Súnadóttir settu punktum, kókaði grøni parturin av høllini. VÍF fekk seinasta málið, men tað var ov lítið og ov seint, og so var hondbóltsveitslan fullkomin hjá teimum grønu.
Drúgt hál
Hetta er fyrsta ferðin, at Kyndilskvinnur hava vunnið bæði lands- og steypakapping í sama kappingarári, og talan hevur verið um langt hál hjá grøna havnarfelagnum.
Síðani tær seinast í 90’unum sótu á FM-trúnuni, hava tær verið á botni og vent, men seinnu árini hava strikurnar til eitt nýtt stórlið verið alt meira sjónligar.
Sjálvandi eru spælarar sum Simona Petersen og Kristina Griksaite munagóður styrkur, sum er komin uttanífrá. Men bulurin á liðnum er lokalur, og fyri tað heilt nógva er talan um blaðungar spælarar, sum væl kunnu hava heilt nógv ár eftir í sær. Jórun S. Ludvig og Anja Heinadóttir eru sjálvandi veteranar, men eitt nú hava spælarar sum Bára K. Hansen, Ásleyg Súnadóttir, Anna Sofía Mohr, Anna Brimnes og Bjarta O. Johansen veruliga spíla seg út í vetur. Serliga imponeraðu Bára og Anna Sofía í finaluni leygardagin, og tað gjørdi tað ikki verri, at Turið Arge eisini kom úr barnsburðarfarloyvi móti kappingarenda.
Geir Wardum hevur í fleiri ár verið høvuðsvenjari hjá liðnum, og við Sophus Dal-Christiansen og Andreas F. Hansen á beinkinum í vetur tykist liðið hava fingið seinasta skumpið upp á tindin.
Enn er ikki víst, at allar tær somu eisini eru við til komandi hondbóltsveturin. Men bulurin á Kyndils-liðnum tykist í dag somikið sterkur, at talan væl kann verða um eitt lið, sum eisini í komandi árum verður við til at mynda toppin í føroyskum kvinnuhondbólti.
- - -
VÍF - Kyndil 16-19 (7-12)
10 min: 2-5
20 min: 5-8
40 min: 10-13
50 min: 12-14
VÍF: Liljan Djurhuus 6(2), Durita Christophersen 4,
Durita Ljósstein 3, Tóra Seloy 1, Soley Hórará 1,
Eilin Hansen 1
Kyndil: Simona Petersen 10(5), Bára K. Hansen 3,
Jórun S. Ludvig 2, Anna Sofía H. Mohr 1,
Bjarta O. Johansen 1, Anna Brimnes 1, Turið Arge 1
Brotskøst: VÍF 2/2, Kyndil 6/5
Útvísingar: VÍF 4, Kyndil 2
Diskvalifikatión: VÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Heri Petersen
Kyndil - VÍF 14-12 (5-4)
10 min: 2-1
20 min: 4-4
40 min: 7-5
50 min: 8-10
Kyndil: Simona Petersen 5(2), Anna Sofía H. Mohr 4, Turið Arge 2, Jórun S. Ludvig 1, Ásleyg Súnadóttir 1, Bjarta O. Johansen 1
VÍF: Liljan Djurhuus 4, Agnas Olsen 4,
Durita Ljósstein 1, Rakul Joensen 1,
Durita Christophersen 1, Sóley Hórará 1
Brotskøst: Kyndil 3/2, VÍF 0
Útvísingar: Kyndil 1, VÍF 4
Dómarar: Uni Wardum & Dánjal Samuelsen