Grønur sunnudagur í kirkjuni

Fólkakirkjan: Sunnudagurin komandi - Trinitatis sunnudagur – verður í ár hildin sum ein grønur dagur í kirkjum og kristnum samkomum

- At tann grøna hugsanin kemur inn um kirkjugátt og í gudshús, er ikki eitt nýtt fyribrigdi, verður sagt av bispakontórinum. Hugskotið at hava ein slíkan grønan sunnudag eigur Finnbogi Joensen úr Vestmanna. Finnbogi er væl kendur millum fólk, ið geva umhvørvinum gætur. 

Trinitatis sunnudagur hóskar væl sum grønur sunnudagur. Tað er vár, og summarið er í hondum. 

- Eisini gudfrøðiliga er dagurin hóskandi. Vit kunnu altíð meta um, hvørt hetta er tann besti dagurin ella ikki. Havandi í huga tann várliga dámin, veðurlagið og árstíðina, so er valið av degnum heppið, verður sagt.