Grót á Gøtustevnu

sambandi við Gøtustevnuna í ár, verður skipað fyri fleiri spennandi tónleikatiltøkum umframt eina listaframsýning. Tað er Tónleikasamtakið Grót, sum skipar fyri

 

Gøtumenn eru so smátt farnir at fyrireika seg til stevnuna, sum ætlanin er at halda hetta vikuskiftið. Stevnan í ár er kanska mest sermerkt fyri tað, at nógv tónleikatiltøk standa á skránni. Sjálvandi vera eisni tey vanligu stevnutiltøkini á skránni, og verður tað Gøtu Ítróttarfelag, sum kemur at standa fyri hesum. Hetta er síðsta stevnan áðrenn ólavsøku, so tað kann hugsast at fólk fara av húsum fyri at hita væl upp til ólavsøku. Gøtu Ítróttarfeløg skipar eisini fyri dansi á Kambsdali, har Eyðun og Terji fara at spæla. Eisini verður ítróttur á skránni. Torbjørn Jacobsen, fyrverandi landsstýrismaður, fer eisini at flyta fram røðu á midnátt leygardagin.


Nógv Grót

Tónleikasamtakið Grót er eitt rættiliga virkið felag. Hetta sæst eisini aftur á skránni yvir stevnuna. Fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin hevur Grót tiltøk á skránni.

Fríggjadagin 20 juli stendur hugnakvøld á skránni. Hetta er eitt hugnakvøld við vísusangi og undirhaldi. Johan Dalsgaard (Johan í Kollafirði), Niels og Helgi Midjord og Vísumenn úr Klaksvík fara at syngja og undirhalda.

Leygardagin verður listaframsýning í Glyvrahanusarhúsinum í gamla býlinginum í Norðagøtu.Listaframsýningin verður opin frá kl.14 til 19. Tað eru ung listafólk úr Eysturoynni, sum fara at sýna fram.

Tað mest forkunnuga á stevnuni hesaferð er uttan iva ein rock-konsert, sum verður í Skúlagarðinum við Gøtugjógv. Luttakandi bólkarnir vera Clickhaze, Flux, Marigold, Bob og mF#. Hetta má sigast, at vera ein rættiliga spennandi manning til eina konsert í Føroyum og serliga Clickhaze tykist at vera rættiliga væl fyri í løtuni. Ein av sangarunum hjá bólkinum, Eivør Pálsdóttir verður 18 ár leygardagin, og kunnu áhoyrarnir mestir vænta okkurt serligt. Eisini verður ein annar bólkur á skránni, ið fyrireikarnir ikki vilja siga navnið á.

Eftir midnátt verður dansur í Losjuni,har Ragnar í Vík og Bacon standa fyri tónleikinum.

Sunnudagin verður fólkatónleikakonsert í Losjuni, har Kári Sverrison og Agnar Lamhauge fara at framføra. Konsertin byrjar kl. 20.30. Eisni verður listaframsýningin opin sunnudagin.


Skapa betri umstøður

Tónleikasamtakið Grót varð sett á stovn í oktober 1998. Endámálið er fyrst og fremst at skapa betri umstøður fyri tónleikarar í Eysturoynni, sigur Jón Tyril, formaður í Grót. Tað er tó ikki soleiðis, at vit hava hugsað nakað serligt lokalpatriotiskt til hesi tiltøkini, sigur Jón Tyril.

Tiltøkini hjá Grót eru í besta samstarvi við Gøtu Ítróttarfelag, sigur Jón Tyril. Felagið hevur um hálvthundrað limir, og hevur hetta verið eitt størst tak at skipa fyri hesum. Ætlanin við tiltøkunum er fyrst fremst at geva tónleikarunum ein møguleika at sleppa at spæla, men tað hevði eisini verið gott um hetta gav eitt sindur í kassan, sigur Jón Tyril.

Jón vónar at síggja nógv fólk, og hann sigur, at teir hava í øllum førum gjørt eitt sindur fyri, at fólk fáa eitt gott upplivilsi.