Tónleikur
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Hetta var bert ein av teim mongu viðmerkingunum, sum komu fram á fundinum í Býráðshøllini síðsta fríggjakvøld.
Tað var tónleikasamtakið Grót, ið saman við øðrum, hevði tikið stig til fundin.
Stovna lokalfelag í Klaksvík
Ætlanin við fundinum var, at taka stig til stovnan av einum lokalum tónleikarfelag í Klaksvík.
- Vit vita, at tónleikurin hevur alt ov vánaligar karmar í Klaksvíkini, men sum heild er hetta ikki nakað, ið býráðið kann gera nakað við. Vit í býráðnum høvdu tí verið sera fegnir, um eitt tónleikarfelag hevði verið sett á stovn skjótast gjørligt. Hetta felag hevði kent umstøðurnar betri, enn vit í býraðnum gera, og hevði av tí sama havt betri fortreytir til at ment um tónleikarlívið, byrjaði Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, fundin.
Við á fundinum vóru eisini umboð fyri tónleikasamtakið Grót, eins væl og umboð fyri FUT eisini var til staðar.
Uppgávan hjá teimum var at leggja klaksvíkingum lag á, soleiðis at lokalfelagið kundi setast á stovn skjótast gjørligt.
Vánaligar umstøður
Um 25 tónleikaáhugaðir klaksvíkingar høvdu leitað sær inn í býráðshøllina hetta kvøldið, og fingu teir eisini høvi til at siga sína hugsan um umstøðurnar hjá tónleikinum í Klaksvíkini.
Og støðan hjá teimum var greið: Umstøðurnar hjá tónleikinum í Klaksvík eru ikki av teim bestu. Hølini eru alt ov fá og ov vánalig, og eftir at dansistaðið Lognbrá fyri einum ári lat aftur, eru møguleikarnir fyri at framføra sín egna tónleika so at siga ikki til staðar.
- Um tónleikurin skal mennast, so skal venjast, venjast og aftur venjast. Og so leingi sum eingi venjingarhøli eru til staðar, so ber illa til at venja. Foreldrini hjá ungum tónleikarum hvørki orka ella tíma at hoyra trummur buldra í kjallarinum kvøld eftir kvøld, sum tann eini áhoyrarin segði.
Ein av teim yngri áhoyrarnum hevði eisini sína hugsan um núverandi støðuna:
- Um ein bólkur endiliga finnur eitt spælistað, har teir kunnu framføra sín egna tónleik fyri áhoyrarum, so eru tað so nógv onnur ting, ið skulu upp á pláss, áðrenn farið kann vera undir sjálva framførsluna. Og sum tónleikari kann tað vera trupult eisini at finna orku til at skipa fyri øllum hesum. Tí hevði tað verið gott at havt eitt felag, sum kundi tikið sær av hesum, umframt eisini at funnið spælistøð og venjingarhøli. So hevði ein sum tónleikari bara tónleikin at hugsað um.
Stórur áhugi
Àhugin fyri at seta á stovn eitt lokalt tónleikarfelag var heilt stórur millum tey uppmøttu.
Hetta felag skuldi so havt til uppgávu at ment um tónleikarlívið við at funnið venjingarhøli, spælistøð og eisini tikið sær av øllum tí praktiska, ið hoyrir við til tónleikin.
Og tá spurt var, um nakar av áhoyrarunum vildi geva eina hjálpandi hond í stovningini av einum slíkum felagi, var einki at ivast í. Nærum øll reistust og skrivaðu navn sítt á ein lista, sum stigtakararnir av fundinum tóku heim við.
Teir komandi dagarnar verður so hugt nærri at hesum lista, og spyrst vónandi okkurt ítøkiligt burturúr.
Stovningarfundur
À fundinum varð eisini avgjørt, at ein stovningarfundur av einum tónleikarfelagi í Klaksvík møguliga verður skipaður longu komandi vikuskiftið.
Umboðini frá Grót og FUT vilja fegnir koma norður aftur til ein stovnandi fund, og eru teir eisini sinnaðir til at geva eina hjálpandi hond ta fyrstu tíðina.
- Vit vita, at tørvur er skipaðum viðurskiftum viðvíkjandi tónleikinum. Hetta gevur betri møguleikar fyri framførslum, venjingarhølum og ikki minst er eitt felag ótrúliga mennandi at hava. Og vit vilja fegnir hjálpa til, um tøvur er á tí, greiddi Jón Tyril, formaður í tónleikasamtakim Grót, frá.
Samstarv við Grót
Fyribils er ætlanin, at komandi felagið skal samstarva við tónleikasamtakið Grót.
Harafturat eru ætlanir eisini um at stovna eitt tónleikafelag í Havn, og skulu hesi trý feløg eisini samstarva við FUT, ið er Føroya Undirhalds Tónleikarafelag.
Tónleikasamtakið Grót varð stovnað í Eysturoynni í 1998, og hevur samtakið havt stór árin á tónleikalívið har um leiðir.
- Hetta sama kundi hent í Klaksvík. Vit í Grót hava ikki orku til at taka okkum av Klaksvíkini eisini, men vit halda, at klaksvíkingar skulu hava sítt egna felag. Hetta hevði ríkað ótrúliga nógv um menturnarlívið, segði Jón Tyril, formaður í Grót, at enda.