Grab Them By The Pussy

ES kann verja Føroyar í handilskrígnum hjá Trump

Sjúrður Skaale

 

 

 

”Mangt broytist”, kallast hendan myndin, sum Jens Klæmint teknaði eftir eitt kjak, har J. Vestergaard hevði tosað fyri samstarvi við Putinsa Russland, og eg hevði tosað fyri at vit – strategiskt og handilsliga – skulu loysa okkum frá Russlandi. Í staðin skuldu vit knýta okkum at Europa og NATO – og harvið eisini USA, sum eg metti vera garantin fyri verjuna av Europa.

 

Heitið sipaði helst til, at umboðið fyri Fólkaflokkin – flokkin sum hevði verið sera kritiskur móti Russlandi – nú tosaði so heitt fyri samstarvi við Russland.

 

“Mangt broytist” hevði kortini verið eitt betur egnað heiti í dag.

 

Tí ta broyting, sum er hend farna mánaðin, høvdu fá droymt um.

 

Hugsa tær!

 

USA.

 

The Land Of The Free.

 

Landið sum prógvaði, at tá tann einstaki er frælsur, so verður felagsskapurin og landið nógv sterkari, enn tá einræðisharrar ráða. Landið sum bygdi eitt heimsveldi á hesa djørvu hugsjón. Og inspireraði onnur at byggja á tað sama.

 

Landið sum hjálpti Europa, tá vit fingu ein innara sosialan krabbasvull – nazismuna. Ikki bara við at berja niður krabban, men eisini við at fáa eitt smildrað Europa á føtur aftur.

 

Landið sum vann á kommunismuni – eisini okkara vegna.

 

Landið sum hevur givið heiminum so nógvar stórar høvundar. Filmsskaparar. Tónleikarar.

 

Landið sum gjøgnum NATO hevur svorið at verja tey europeisku demokratiini – og sum hevur rindað nógv meir fyri hesa verju enn londini, sum blivu vard.

 

Landið sum í mong ár hevur latið 40% prosent av allari heimsins neyðhjálp. Og bjargað milliónum av menniskjum.

 

USA hevur eisini gjørt veldug, veldug mistøk. Brotsgerðir.

 

Men at verða teknaður við Stars and Stripes var ein heiður. Fyri tveimum árum síðani.

 

Ikki í dag.

 

Tí hóast USA enn umboðar nógv av tí góða, so umboðar USA í løtuni fyrst og fremst teir andaligu og mentanarligu barbarar, sum hava yvirtikið landsins hjarta – Hvítu Húsini.

 

Barbarar sum taka partí við einum ræðuligum diktatori, Putin – og ímóti einum álopnum landi, Ukraina. Sum hótta við at taka seg úr NATO. Og taka Grønland...

 

Sum við orðum og gerðum skapa ótryggleika í ikki bara baltalondum, Finnlandi, Moldova og Georgia, men eisini Taiwan, Filipsoyggjum, Japan og Suðurkorea. Tí um USA kann, hví kann Kina so ikki?

 

Sum hava steðgað neyðhjálpini til heimsins fátækastu. Sum hava kvalt hetta fyrimyndarliga dømi um kristindóm í verki.

 

Sum – við følskum ákærum – eru farnir í ógvusligt handilskríggj móti sínum nærmasta granna, Kanada. Og móti Mexico. Og Kina. Og seinni fara at gera tað sama móti Europa.

 

Barbararnir skilja ikki (ella skíta á!) at hetta handilskríggj og hetta álitisbrot fer at skapa kaos, fíggindaskap og fátækradømi og er ein gáva til diktatorin í Kreml.

 

Men hesir menn hugsa líka respektleyst um onnur lond, sum leiðari teirra hugsar um kvinnur: Grab Them By The Pussy.

 

Ein fær heilt ilt í kroppin av síggja The Land Of The Free verða yvirtikið av sovorðnum mentanarloysingum.

 

Hvat skulu vit gera? Well: Vit skulu ið hvussu er av álvara fara at hugsa um at leita okkum skjól í ES. Handilskríggið kann gerast hættisligt fyri øll – men serliga fyri okkum, sum nærum ongan heimamarknað hava og standa uttanfyri næstan allar avtalur.

 

Okkara besta verja móti Trumpsa handilskríggi er at gerast partur av einum heimamarknað við 450 milliónum fólkum.

 

Og um nøkur ár verður kanska / vónandi ein nýggj heimsmynd, har Europa verður sterki leiðarin av frælsa heiminum. Honum skulu vit vera partur av. Bæði av búskaparligum grundum og fyri trygdina.