Grand Prix-talv í Klaksvík

Sunnudagin klokkan 14.30 verður farið undir annað umfarið í Grand Prix-kappingini í talvi. Telva verður hesa ferð í fimleikahøllini í Klaksvík, har sjey umfør eru á skránni. Telvararnir fáa her eitt korter í part til hvørt talvið. Kappingin er partur av Grand Prix-kappingini, sum Talvsambandið skipar fyri, og er hartil eisini partur av stóru talv-vikuni í Klaksvík, har GM Klaksvík 100 International verður telvd.