Tey 23 londini komu ikki millum tey fjúrtan bestu í kappingini í fjør, og tí eru tey noydd at kappast í eini undankapping fyri at koma við til finaluna.
Danmark er longu klárt til finaluna eftirsum Jakob Sveistrup kom nummar 10 í fjør, men Svøríki, Finnland og Ísland eru øll við í hálvfinaluni íkvøld.
Svøríki hevur sent kendu Carolu til Aten. Hon hevur kappast tvær ferðir fyrr fyri Svøríki og vunnið einaferð. Fyrstu ferð var við sanginum »Fræmling« í 1983, tá hon einans var 16 ár. Tá kom hon á triðja plássið, men sangurin gjørdist ein rættulig landaplága. Aðru ferð hon var við, var við sanginum »Fångad av en stormvind« í 1991 og tá vann hon kappingina.
Í ár skal Carola syngja sangin »Invincible« og nógv tippa at hesin sangur verður millum teir fremstu í kappingini.
Trøll úr Finlandi
Finnland plagar ikki at klára seg so væl í Grand Prix. Fleiri ár hevur landið verið aftast. Í ár kann ein ikki umgangast sangin frá Finnlandi. Tey hava nevnliga sent fimm trøll til Aten. Tað er harðrokkbólkurin Lordi, ið eru klæddir í ódjóraklæði og syngja sangin »Hard rock hallelujah«. Ljóðar kanska sum ein ræðusøga, men tá teir norðurlensku Grand Prix serfrøðingarni skuldu siga sítt um sangirnar í ársins kapping fekk sangurin hjá Finlandi flest stig. So kanska er tað hetta, sum skal til fyri at Finland skal vinna.
Ringur atburður
Ísland hevur eisini verið í anglettinum í Athen. Tey hava sent Silviu Nótt við sanginum »Congratula-tions« Undir venjingunum og á tíðindafundunum hevur Silvia havt øguliga ringan atburð. Hon hevur bannað illa, fornermað tíðindafólkini og verið sera dømandi móti sínum kappingarneytum. Tað hevur til og við verið so ring at slatur hevur gingið um, at um Silvia ikki bøtir um atburðin er vandi fyri, at Ísland verður koyrt úr kappingini.
Sjónvarp Føroya sendir ikki undankappingina, men tað ger harafturímóti DR1.
Tey, sum tey serkønu meta hava stórstan møguleika at koma til finaluna er Írland, Holland og Svøríki.
Her eru londini sum kappast um tey 10 finaluplássini.
01. Armenia: Andre, Without your love
02. Bulgaria: Mariana Popova, Let me cry
03. Slovenia: Anzej Dezan, Plan B.
04. Andorra: Jennifer, Sense tu
05. Hvítarussland: Polina Smolova, Mama
06. Albania: Luiz Ejlli, Zjarr e ftohte
07. Belgia: Kate Ryan, Je tadore
08. Ìrland: Brian Kennedy, Every song is a cry for love
09. Kypern: Annette Artani, Why angels cry
10. Monaco: Séverine Ferrer, La coco-dance
11. Makedonia: Elena Risteska Ninanajna
12. Póland: Ich Troje, Follow my heart
13. Russland: Dima Bilan, Never let you go
14. Turkaland: Sibel Tüzün, Superstar
15. Ukraina: Tina Karol, I am your queen
16. Finland: Lordi, Hard rock hallelujah
17. Holland: Treble, Amambanda
18. Litauia: LT United, We are the winners
19. Portugal: Nonstop, Coisas de nada
20. Svøríki: Carola, Evighet
21. Estland: Sandra Oxenryd, Through my window
22. Bosnia & Hercegovina: Hari mata hari, Lejla
23. Ísland: Silvia Nótt, Til hamingju Island