6. partur
Sorgarleikur í Jákupsstovu
Meslingagrindin er sera væl kend í Gøtu og í Føroyum. Tað var seinast í november 1935, at fyrsta grind var í Norðragøtu í 50 ár. Meslingar høvdu gingið i smáum fyrr um summarið, millum annað í Vági. Fólk høvdu roynt at skýggja sum frægast.
Men tá ið grind er, verður ikki hugsað um annað. Tað komu nógvir mans til bygdina. Eftir drápið fóru allir grindamenn í dans. Her hevði smittan góðar dagar, og eftir at vanliga smittutíðin var farin, var eisin ein hópur av fólki, sum legðist av meslingum. Hesi smittaðu, sum rímiligt er, eisini onnur, so tað vóru nokk so nógv, sum doyðu bæði í Gøtu og aðra staðni, sum til dømis í Kunoy.
Í Jákupsstovu løgdust systrarnar Olea f. 1913 og Anna f. 1915. Hetta eru júst tey húsini, har Tróndargrund er.
Olea arbeiddi í ”pakkhúsinum”, tí gamla handlinum í Norðragøtu, og Anna var boðsend at koma at hjálpa til, tí tað var so nógv at gera. Tær hava tí verið serliga útsettar, tí her komu eisini nógvir grindamenn.
Tær gjørdust sjúkar leygarmorgunin 7. desember. Fyrst fingu tær fepur, sum so minkaði aftur sunnumorgunin, tá ið tær vóru mestsum fepurfríar.
Men út á dagin fór fepurin at økjast í stórum, og Anna mintist, hvussu hon beinleiðis føldi, hvussu fepurin í einum reyk upp og kom heilt uppá 41,3 stig, meðan hann hjá Oleu kom upp á 41,7 stig.
Støðan gjørdist hættislig hjá báðum gentunum. Tær vóru sera ússaligar, og fólk vóru bangin fyri, at teimum ikki var lív lagað. Anna lá í einum kamari uppi á loftinum, meðan Olea lá niðri undir. Hósdagin andaðist Olea bert nøkur og 20 ára gomul. Drongur hennara, Grækaris, hevði saman við húsfólkinum passað gentu sína alla sjúkraleguna. Í kamarinum uppi á loftinum lá Anna. Húsfólkið hevði fingið at vita frá læknanum, at hon fór ikki at klára náttina.
Ikki ringt til jarðarferðina
Anna var tá so ring, at tað ikki varð hildið ráðiligt at geva henni deyðsboðini av systrini. Tískil stóð Olea undir børu og fór til gravar, uttan at systirin á loftinum visti, hvussu støðan var. Fyri at hon ikki skuldi ána óráð, var tað undantaksvís ikki ringt við kirkjuklokkuni í samband við jarðarferðina. Kirkjan var jú beint við.
Men hvussu var og ikki, Anna batnaði nú. Fyri hvønn dag, sum gekk, gjørdist hon birgari. Hon byrjaði nú at fregnast, hvussu systurin hevði tað uttan at vita, at hon longu var jarðað. Ein dagin fekk hon sær pappír og blýant, skrivaði eitt lítið bræv og bæð onkran fara niðirundir til Oleu við brævinum. Ein kann ætla, at tað hevur verið ringt hjá húsfólkinum at skula greiða Onnu frá, hvussu støðan var, men tað vóru tey nú noydd til.
Tað, sum ráddi um, var at skýggja fyri at sleppa sær undan smittuvanda. Børnini vildu hava at foreldrini, Óla Jákup og Frederikka, fóru í onnur hús at vera. Tey kundu tískil ikki fylgja dóttrini til gravar. Men tey høvdu alla grund til at ræðast meslingar, tí sum greitt er frá fyrr í hesi røð, misti Frederikka tvey systkin av meslingum í 1916.
Seinni hendi tað, at Grækaris, sum var forlovaður við Oleu, nú legði ástir saman við Onnu. Tey giftust, bygdu hús og fingu børn saman. Ein dóttir teirra eitur Olea. Anna doyði fyrr í ár 92 ára gomul.
Í Jákupsstovu
Óla Jákup var sonur Zacharias Zachariassen og Onnu Katrinu Johannesen, ættað úr Tjørnustovu. Hon doyði í 1898, og seinni giftist Zacharias aftur við Marin, sum er umrøtt fyrr í hesi røð. Kona Óla Jákup var Frederikka úr Funningsfirði. Tey fingu sjey børn: Anna, Kaja, Katrina, Høgni, Lisa, Olea og Tomasia. Í dag er bert Tomasia eftir á lívi. Hon býr í Danmark.
Tað kann verða nevnt, at Óli Jákup saman við beiggjanum Jógvan var millum teir gøtumenn, sum í 1910 tóku stig til at stovna Føroya Fiskimannafelag. Óli Jákup umboðaði Gøtu saman við Napoleon Jensen til stovnandi fundin av felagnum í 1911.